Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formannskapurin hevur onga sak at viðgera

John William Joensen

sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður í viðmerking til at Starvsmannafelagið krevur órinið tikið frá Kjartan Joensen løgtingslimið.

– Formannskapurin hjá løgtinginum viðgerð ikki mál, hann fyrireikar bara tey mál sum skulu leggjast fyri tingið.
– Tað er tingið sum skal taka støðu til um órinið skal takast frá Kjarta Joensen, løgtingslimið, og so leingi sum vit ikki hava fingið nakra áheitan frá rættinum um hetta, hava vit einki mál at viðgera, sigur Edmund Joensen.
 
Frælsur talarastólur
Edmund Joensen sum hevur sitið á tingið sí mitt í 80 unum, sigur at tingsins røðarapallur er frælsasti røðarapallurin í Føroyum.
– Tað er innbygt í sjáva tingskipanina at tingmenn hava sera víðgongt fræsli til at siga sína hugsan, men tað skal sjálvandi verða borið fram sømuliga.
– Tí er tað ein sokallað grásona, tað sum er loyvt og ikki og tað er eisini nógv sagt gjøgnum árini.
– Men tá um óringið hjá løgtingslimum ræður eru bert fordømi um at órinið er tikið burtur eftir áheitan frá rættinum, og slíka hava vit so enn onga fingið viðvíkjandi Kjartan Joensen.
 
Orðaskiftið meira sakligt
Edmund Joensen heldur at í hansara tíð sum løgtingslimur er orðaskiftið á tingið blivið meira sakligt.
– Fyrr vóru orðaskiftini ikki varpaði beinleiðis út sum tað er í dag. Tá var tað bert til serlig høvið at útvarpið sendið frá tinginum og tá kundi orðaskiftið í dagligdegnum eisini vera meira ósakligt.
– Tá so útvarpið sendið úr tinginum høvdu tingmenn fyrireka seg til at orðskifið skuldið vera almen, men í dag verða vit hvønn dag varpaðir baði í sjónvarpið og á alnótini.
– Tað sum Kjartan Joensen segði hendan dagin kundi kanska verið átalað men tað er ein vurdering sum formaðurin ger leypandi og formansskapurin hendan dagin hevur ikki mett at orðini vóru so skørp.
 
Eitt gott arbeiðspláss
Edmund Joensen sigur at hóast orðaskiftið á tingið til tíðir kann vera ógvusligt so er luftin sera góð millum tinglimirnar í dagliga arbeiðinum.
– Í orðaskiftinum hava menn kanska lindi til at orða seg heldur harðliga fyri at markera seg men hetta er ikki nakað sum stingur serliga djúpt.- Eg haldið at løgtingið er eitt sera gott arbeiðspláss og samarbeiði millum tinglimirnar er eisini sera gott, sigur Edmund Joensen løgtingsformaður