Lurtaði eftir strategibólkinum fyri samfelagsbygna í ÙF í gjár. Orði strategi kemur av – strategos – ið merkir – herførari – í tí gamla Grikkalandi.
Ein strategur er sostatt herførari ella leiðari, vegvísari og undangongufólk í nútíðarinnar merking.
Men at lurta eftir strategibólkinum og teirra niðurstøðum um hvussu føroyska samfelagið skal skipast og síggja út, er alt annað enn slógbrótandi og vegvísandi.
Reyði tráðurin í hesi sokallaðu – strategi – er, at tey sum fiska, tey sum framleiða, tey sum fáa hugskot, tey sum taka váða á seg, tey sum seta arbeiði í verk og tey sum skapa inntøkur fyri samfelagið, skulu lata serligt avgjald til tey sum umsita, ella á annan hátt eru njótarar av teimum inntøkum sum vera skaptar. Umsitarar og njótarar, sum ongantíð hava tikið nakran skapandi váða á seg. Tey vita ikki hvat hetta er – skilja tað rætt og slætt ikki.
Skattur og avgjøld skulu leggjast á alt og øll – á øll hini væl at merkja. Hvør høna sum dittar sær at verpa eitt egg skal rinda avgjald. Ognarskattur skal leggjast á fólk, tó ikki á sølu av sethúsum. Strategibólkurin hugsar væl um síni egnu sethús eisini. Súrepli fellir, sum kunnugt ikki so langt frá træðnum.
Rein kopi av donskum avgjaldsskipanum og donskum avgjaldspolitikki allan vegin í gjøgnum. Bara eina tonn verri, tí danir hava hóast alt ikki innført tilfengisgjald, hvørki á fisk ella jørð og tað kemur heldur ikki uppá tal.
Trælabinding av Føroya fólki tað er skotsmálið hesin bólkur skal fáa frá mær. Hetta hevur onki við strategi ella framtíðarvisiónir at gera yvirhøvur.
Um hetta var ein ætlan fyri Norður Korea ella Kuba so kundi ein skilt tað, men fyri frælslyntar føroyingar ? Aldrin í verðini.
Tann einasti sum sær út til at hava bæði beinini á jørðini enn, er Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Men løgmaður má ansa eftir at hesi fólk ikki taka lívið av øllum virkandi og skapandi hugburði í Føroyum. Fáa hesi fólk makt sum tey hava akt, so røkka vit ikki á mál í 2015, tað er púra vist.
Tórshavn 12 sept. 2006
Bjarti Mohr




