Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Sjómannadagur takkar

John William Joensen

Føroya Sjómannadagur var sum kunnugt hildin um vikuskiftið 19. august.
Vit sum hava staði sum fyrireikarar til dagin vilja hervið takka fyri dyggan stuðul til tiltakið.

Nógvar góðar kreftir, bæði her í býnum eins væl uttanfyri Klaksvíkina og Norðoyggjar gjørdu
tað møguligt hjá okkum at fáa hetta stóra tiltakið upp á føtur.

Hesir stuðlar  menn, kvinnur, stovnar, feløg og ikki minst Klaksvíkar Kommuna og Føroya Banki
gjørdu annan sjómannadagin í røðini møguligan. Tykkum vilja vit við hesum senda eina ómetaliga stóra tøkk.

Ikki minst skulu vit takka tykkum, sum dagliga virka og arbeiða í fiskivinnuni. Hetta var tykkara dagur,
og uttan tykkara hjálpsemi og áræði var dagurin ikki av nøkrum. Umhvørvið við útróðrarskúrarnar ikki at gloyma.

Móttøkan av Sjómannadegnum hevur verið ótrúlig á Stongunum, har tiltakið hevur verið sera væl móttikið,
bæði av útróðrarfólki og virkjum og handlum á økinum. Øllum tykkum takka vit hjartaliga.

Øll tit, ið luttóku í kappingum á Sjómannadegnum eins væl og øll vitjandi, bæði úr Norðoyggjum
og aðrastaðni frá, fáa eisini eina hjartans tøkk frá okkum.

Eftirmeting
Til seinast skulu vit boða frá, at um nakrar dagar verður boðað til eftirmetingarfund í Atlantis, har øll,
ið hava áhuga fyri tiltakinum hava høvi at koma við til eitt mennandi kjak um Sjómannadagin 2006
og ikki minst um Sjómannadagin 2007, sum verður fyriskipaður í døgunum kring leygardagin 18. august 2007.

Blíðar heilsanir

Fyrireikararnir:
Oliver Joensen, John William Joensen, Niclas Heri Jákupsson, Finn Baldvinsson
Jákup Eydnugarð, Magnus P. Joensen og Ólavur Poulsen