Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Phønixmálið til viðgerðar á almenna býráðsfundinum í kvøld

John William Joensen

Fyri fyrstu ferð síðan Phønix málið kom fram skal grannskoðari veljast og ein minniluti í fíggjarnevndini mælir til at skifta grannskoðara vísandi til peningamissin í Phønixmálinum.

Men ein Meiriluti í fíggjarnevndini mælir til at klaksvíkar kommuna framhaldandi hevur sama grannskoðara sum góðtók roknskapirnar tá býráði setti pening í týska íløgufelagið.

Býráðsfundurin byrjar kl. 17:30 og val av grannskoðara er seinast á skránni.

Í skránni fyri býráðsfundin, sum kann lesast á www.klaksvik.fo stendur soleiðis:

Á fíggjarnevndarfundinum tann 14.09.06 møttu Árni Ellefsen grannskoðari og Jógvan Páll Lassen advokatur í sambandi við hetta mál, har fyrst svarskriv frá grannskoðaranum 7. sept. 2006 varð lisið upp, áðrenn teir søgdu frá síni støðu og meting um málið og eisini svaraðu spurningum frá nevndini.

Ein minniluti, Jákup Mikkelsen, mælir til at skifta grannskoðara, vísandi til peningamissin í Phoenix-málinum.

Ein meiriluti, Eyðgunn Samuelsen, Kristian Eli Zachariasen, Kristian Fríðrik Olsen og Steinbjørn O. Jacobsen, tekur frágreiðingarnar í málinum til eftirtektar og mælir til at samtykkja, at verandi grannskoðari heldur fram