Á býráðsfundinum týskvøldið varð avgerð tikin um at seta, 37 ára gamla Torkil Mørkøre, í starv sum nýggjan leiðara á Klaksvíkar Svimjihøll.
Torkil er útbúgvin skrivstovumaður. Hann hevur eisini arbeitt innan handil og smoltaling. Tey seinastu 3 ½ árini hevur Torkil starvast í svimjihøllini.
Torkil Mørkøre tekur við starvinum fyrst í næsta mánaði. Leygardagin tann 30. september kl. 15:00 verður móttøka í svimjihøllini, har møguleiki verður at heilsa uppá fráfarandi og nýggja leiðaran fyri Klaksvíkar Svimjihøll.




