Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør er óseriøsur í Phønix málinum??

John William Joensen

Á býráðsfundinum týskvøldið var nógv umrødda fíggjartapið hjá Klaksvíkar Kommunu til umrøðu í samband við val av grannskoðara. Sjálvur mælti eg til at siga grannskoðaravirkið upp, vegna Phønix málið  men hetta fekk ikki undirtøku, skrivar Jákup Mikkelsen

Í Norðlýsinum verði eg, av partamanninum Kristian Fr. Olsen, skírdur óseriøsur, av tí at eg verði lagdur undir at turka Phønix málið uppá grannskoðanina. Kr. Fr. Olsen vísir á, at fremsta ábyrgdin liggur hjá fíggjarnevndini sjálvari og at tað er undir alt lágmark at limir onki minnast.

Lat tað verða sagt beinan vegin, at eg eri heilt samdur við Kr. Fr. Olsen, at fremsta fyrisitingarliga ábyrgdin liggur hjá kommununi sjálvari.

Men fíggjarnevndarlimir og aðrir sum hava ábyrgd av kommunalari fyrisiting eru ofta leikmenn tá talan er um løgfrøðislig mál, sum t.d. kommunal fyrisiting. Fyri at liva upp til sína ábyrgd keypir kommunan sær fíggjarliga ráðgeving og líknandi veitingar frá sakkønum. Herímillum er grannskoðarin ein týðandi veitari hjá kommununi. Ein grannskoðari hevur holla útbúgving innan ávís rættarøki og átti at vita sum serkønur, at ein peningaplacering í Phønix var ólóglig. Hetta fekk Klaksvíkar Kommuna ikki at vita frá grannskoðaranum . Kommunan rindar grannskoðaranum meira enn 200.000 kr árliga fyri rágeving og aðrar veitingar.

Mítt tilmæli var ikki at reisa nakað endurgjaldskrav móti grannskoðaranum, men heilt einfalt at siga grannskoðaran upp . Hetta var eisini avleiðingin í líknandi máli í Danmark fyri nøkrum árum síðani.
Hetta átti eisini at verið ein heilt náttúrlig avleiðing av Phønix málinum hjá Klaksvíkar Kommunu.

Staðfestast kann nú at kommunuleiðslan yvirfyri almenninginum segði, at hon tók fulla ábyrgd av málinum, men at málið kortini ongar avleiðingar fekk, heldur ikki fyri ta sakkønu ráðgeving, ið kommunan hevur goldið fyri,til tess at kommunan kann liva upp til kommunalar fyrisitingarreglur.

At siga seg taka fulla ábyrgd av einum máli, men samstundis bera so í bandi, at málið ongar avleiðingar fær er óseriøst.

Full ábyrgd merkir sostatt í hesum føri ongin ábyrgd!

At Phønix fór á heysin av fíggjarsviki í Týsklandi hevur sum so einki við málið at gera. Kommunan setti pening ólógliga í Phønix og tað er trupulleikin.

Eg hvørki krevji ella vanti, at t.d. ein múrarameistari ella kokkur hava løgfrøðisliga paratvitan tá talan er um almenna fíggjarfyrisiting, men eg haldi at kommunan eigur at eftirmeta góðskuna av tí ráðgeving ið hon keypir og rindar fyri.

Jákup Mikkelsen,
varaborgarstjóri

Harleyfacadeacryl