Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík: 1000 fermetra HT depil

John D. Olsen

Útbyggingin av einum HT depli á tekniska skúla í Klaksvík verður nú veruleiki.

Útbyggingin av Tekniska Skúla var fyri stuttum boðin alment út. Miðað verður ímóti, at byrja uppá arbeiðið síðst í árinum.

Fyrr í ár samtykti løgtingið, eina verklagslóg, ið loyvir skúlanum at fara í gongd við útbyggingararbeiði, og á seinasta býráðsfundi játtaði kommunan skúlanum byggiloyvið.

Talan er um ein 1000 fermetra HT depil í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini verða 6 vanligar skúlastovur umframt smærri bólkarúm. Í kjallaranum verða nýmótans stovur til alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði, og matvørutøkni.

Nú tíðarfreistin er farin fyri at fáa hendur á tilfarinum um útbyggingina, hava 16 feløg víst arbeiðinum áhugað.

Tilboðini verða latin upp tann 24 oktobur í tekniska skúla í Klaksvík. Høvið verður hjá teimum, ið hava boðið uppá arbeiðið at verða tilstaðar tá.

Roknað verður við at byrjað verður uppá arbeiði 3-4 vikur aftaná at tilboðini verða upplatin.

Harleywoodpaint