Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinna: Aftur arbeið á Eystís

John D. Olsen

20 fólk fóru mánadagin til arbeiðis á Eystís. Eftir ætlan verða umleið 35 fólk í støðugum arbeiði á virkinum, sum skal framleiða royktan upsa og hýsu.

Í eini roynd at tillaga seg nýggju umstøðurnar hevur Eystís lagt virksemi hjá sær um. Virkið, ið fyrr hevur framleitt saltfisk, hevur nú broytt framleiðsluna, soleiðis at teir nú ætla sær í gongd við at roykja fisk bæði upsa og hýsu. Hetta hava teir gjørt, av tí at tað hevur verið ov trupult at fingið fatur á toski til saltfisk, soleiðis at lønandi virksemi kundi standast av hesum.

Mánadagin fóru sostatt 20 fólk til arbeiðis á Eystís. Eftir ætlan fara teir at økja framleiðsluna, soleiðis at umleið 35 fólka fara at hava støðugt arbeiði á virkinum.

Hesa fyrstu vikuna hava teir skorið upsa í portiónir til tann franska og enska marknaðin. Framyvir skal Eystís roykja upsa og hýsu til tann enska marknaðin.

Eystís, ið er ein partur av Maru Seafood, heldur til í gomlu hølunum hjá Pure Water á vestara armi í Klaksvík.

Harleywoodpaint