Í heystfrítíðini verður serliga heitt í hylinum, sigur Torkil Mørkøre leiðari fyri Klaksvíkar Svimjihøll.
– Í samband við heystfrítíðina hava vit eitt serligt tilboð. Frá og við týsdegnum 10. oktober til sunnudagin 15. oktober verður svimjihøllin í Klaksvík opin hvønn morgun.
Týsdag-fríggjadag frá kl. 7 til kl. 10 og sum vanligt eftir middag. Leygardagin og sunnudagin er opið sum vanligt.
– Harafturat verður hyljarnir heitari enn vanligt, sigur Torkil Mørkøre, leiðari í Klaksvíkar Svimjihøll.




