Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

"Back to Basic"

John William Joensen

Landsliðsleikarar kunnu vera nøgdir við innsatsin, sigur Allan Mørkøre

– Samanumtikið haldið eg at leikarar og venjarar kunnu vera nøgdir við innsatsin leygardagin.

– Landsliðsvenjarin satsaði við eini spennandi uppstilling har vit sóu fríkst blóð og tað eydnaðist sera væl.

– Eg haldi tað var rætt av landsliðsvenjarnum av venda aftur til tann fótbóltin sum vit duga best, nevnuliga at lukka fyri har afturi og so royna at fáa okkurt burtur úr tá vit fáa møguleika at fara í kontra.

– Verjan var fyrst og fremst mannað av verjuleikarum og teir stóðu seg sera væl.

– Eg vil ikki nevna nakran men allir teir nýggju leikararnir stóðu seg sera væl.

– Einasti leikarin sum datt niður ímillum var Símun Samuelsen og átti hann at vera útskiftur í fyrra hálvleiki. Hann virkaði ikki at vera væl upplagdur til dystin.

– Dysturin vísur at man skal tora at geva nýggjum fólkum møguleikan og leikararnir offraðu seg 100%.

– Stóri munurin var at leikararnnir kendu seg tryggari við verjukendu spæliskipanina og vit sóu glíðandi taklingar og at menn offraðu seg fyri liðið.

Jákup verður verandi liðskipari
Allan Mørkøre heldur at dysturin vísti at tíðin hjá Óla Jóhannesen á landsliðnum er komin at enda.
– Hann hevur verið framúrskarandi men er vorin alt ov seinur. Hann klárar ikki at fylgja við longur og leygardagin sást at hann var ikki saknaður.

– Harafturat høvdu vit ein framúrskarandi málverja í Jákupi leygardagin. Hann tók alt sum kom og tí trúgvi eg at hann verður verandi liðskipari.

– Sum sagt so haldi eg at leikarar og venjarar skulu vera nøgdir við innsatsin leygardagin men dysturin móti Frankarríkið verður øðiligur.

– Fransmenn hava hart brúk fyri stigum og tí verða teir øðiligir. Vit skulu vara halda fast við góðu gongdina og fyrst og fremst konsentrera okkum um at halda svongu fransmonnunum frá fatinum.

Harleywoodpaint