Aker Kværner hevur stórt virksemið á Stord og tí flúga flogfør regluliga við starvssfólkum til og frá Stord.
Men pressutalsmaðurin hjá Aker Kværner, kundi ikki siga naka hvørji ferðafólkini vóru sum eru við flogfarinum .
Kl. 08:20 sigur pressutalsmaðruin hja Aker Kværn:
– Eg hoyrdi tíðindini fyri lítlari løtu síðan og enn havi eg ongar upplýsingar um tað vóru starvsfólk hjá okkum sum vóru umborð á flogfarinum, sigur Torbjørn Andersen í Aker Kværner til VG Nett.
Flogfarið, sum er eitt leiguflogfar hjá Atlantsflog skuldi millum lenda í Stord og var á veg til Molde har tað skuldi lenda kl. 8:55 norska tíð.




