Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjargingarlið leita á eisini á sjónum

John William Joensen

Sambært NRK eru framvegis trí fólk saknaði

Sambært eykatíðindasendingini hjá NRK  fyri løtu síðan, er ein av teimum 13 bjargaðu ferðafólkunum álvarsliga skaddur. Eisini verður hildið at øll ferðafólkini eru norrmenn.
Men enn eru framvegis trí fólk savnaði og norska bjargingartænasta leitar í økinum kring flogfarið og á sjónum.

Men eldurin frá flogfarinum er so ógvusligur at ikki ber til hjá bjargingartænastuni at sleppa inn í sjálvt flogfarið í løtuni.
Sum Norðlýsið skilur fór flogfarið av ókendum orðsøkum út av lendingarbreytini og oman í eina fjálla líð.

Flogarið sendur mitt millum trøð í fjállalíðini stutt frá sjónum.
Eygnavitnir tosað um ein ógvusligan brest stutt eftir at flogfarið hevði sett seg.
Umframt bjargingarliðini eru eisini Norsk kanningarlið sum royna at finna orðsøkina til óhappið.
NRK kemur aftur kl. 9:30 við eini eykatíðindasending og kl. 10:00.