Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fýra lótu lív

John William Joensen

Seinasta ferðafólkið sum leitað hevur verið eftir er nú funnið umborð á flogfarinum

Fyrr í dag var upplýst frá politiinm at 13 persónar høvdu yvirlivað havaríið á Stord í morgun.
Tað vóru 16 fólk tilsamans umborð á flogfarinum.
Seinrapartin fór politiið at leita eftir einum ferðafólki, sum av fyrstantíð varð hildið at vera bjargað.
Men nú vísir tað seg at ferðafólk nummar 13 ongantíð kom út av flogfarinum.
Harvið verður vátta at fýra persónar lótu lív umborð á flogfarinum hjá Atlantic Airways.