Síðani Norðoyatunnilin lat upp, hevur verið saknur í einum skýli til ferðafólkini, pendla um fjørðin.
Hans Hendrik Mikkelsen á býráðsskrivstovuni, sigur okkum, at arbeiðið sum nú verður gjørt við Sandin, umfatar ein fyribils bussterminal. Talan er um bíðirúm til ferðafólk við bussleiðini og eisini eitt rúm til bussførarar.
Hetta er bert ein fyribilsloysn, tí spurningurin um bussterminal skal loysast endaliga saman við miðbýarætlanini.
Hans Hendrik Mikkelsen sigur víðari, at tosað hevur eisini verið um at gjørt eitt busskýlið uppi við Borðoyarvík, men her er ongin endalig avgerð fallin enn.




