Nýggj einføld tráðleys beiðbands-pakkaloysn frá EITT til allar Klaksvíkingar
1. juni í ár byrjaði EITT at bjóða viðskiftafólki tað fyrsta veruliga flatrate nethaldi í Føroyum. Flatrate merkir, at kundin kann brúka netið óavmarkað, við einum føstum mánaðargjaldi. Við hesum fingu føroyingar eitt heilt nýtt slag av nethaldi, ið er óheft av hvussu nógv kundin rør út á netinum.
EITT bjóðar nú eisini breiðband "alt fyri EITT". Bíðitíðin er avtikin á ViMAX breiðbandi, soleiðis at kundin alt fyri EITT kann seta á stovn tráðleyst breiðbandshald hjá felegnum. Í Kallhandlum runt um í landinum, fært tú alt, ið tær nýtist í einum pakka. Útgerðin er klár at seta upp og brúka. Setur tú sjálvur ella sjálv útgerðina upp, so hevur tú satt breiðband innan stutta tíð harumframt sparir tú pening við uppsetingini. Vanliga er bíðitíðin upp til 4 vikur fyri at seta á stovn breiðband.
Fyri stuttum var tráðleysa ViMAX útgerðin sett upp í Klaksvík, soleiðis at allir net-rógvarar í Klaksvík, alt fyri EITT kunnu fáa hesa loysnina.
ViMAX útgerðin er eisini sett upp í Tórshavn og við Skálafjørðin.
Umframt tráðleyst breiðband bjóðar EITT eisini landsins bíligastu ADSL-Flatrate stovning.




