Rúna Hjelm skal umborð á Skálaberg í smb. við phd-verkætlan
Rúna Hjelm er phd-lesandi, sum dagliga arbeiðir á Granskingardeplinum fyri Økismenning, og er knýtt at Roskilde Universiteti.
Verkætlanin, sum Rúna arbeiðir við, ber heitið: Nýskapan í føroysku fiskivinnuni. Endamálið við verkætlanini er at lýsa, hvussu nýskapan í fiskivinnuni er knýtt at mentan og søguligum viðurskiftum í fiskivinnuni og menning av samfelagnum sum heild
Í næstum fer Rúna við flakatrolaranum Skálaberg í Barentshavið. Rúna sigur, at endamálið við túrinum er, at eg heilt konkret skal seta meg inn í, hvussu tað er at verða mannskap, við einum nýmótans langfara fiskiskipi. Rúna sigur víðari: Tað eru í øllum førum tvær orsøkir eg hugsi um, tá eg velji henda kanningarhátt. Ein orsøk er, at tað ofta verður havt á munni millum fiskimenn, at sokallaðir landkrabbar ikki kunnu vita, hvussu viðurskiftini eru undir fiskiskapi. Hin orsøkin er, at eg velji at kanna evnið í dýpdina, millum annað við at nýta egnar royndir, í vísindaligu tilgongdini. Við øðrum orðum fer henda kanningin í dýpdina við evnum, so sum fiskimanna mentan, tøkniligar og skipanarviðurskifti undir fiskiskapi og samskifti millum sjógv og land.
Rúna Hjelm sigur at enda, at í verkætlanini ætlar hon bæði at lýsa og greina viðurskifti viðvíkjandi nýskapan í føroysku fiskivinnuni. Sum dømi nevnir hon, at menningin frá fyrsta Skálabergi (sum kom í 1933) til núverandi fimta Skálaberg, kann lýsast við ymiskum ástøðiligum grundarlag, har serliga søguliga menningin í fiskivinnuni og samfelagnum sum heild, er áhugaverd.
Rúna fer ætlandi umborð á Skálaberg í Norra í komandi viku og verður væntandi umborð í 3-4 vikur.
Rúnu Hjelm byrjaði Phd-verkætlanina í 2005 og verður ætlandi liðug við verkætlanina um ársskifti 2007/2008.




