Eg dugi ikki at síggja nakrar glottar í 5-0 tapinum og mín metan er at føroyskur landsliðsfótbóltur er í djúpari kreppu, sigur Allan Mørkøre, sum leikti 54 landsdystir
Allan Mørkøre sigur at føroyskur landsliðsfótbótur er í álvarsligari kreppu og sum støðan er í løtuni er vandi fyri at áhugin fyri landsliðnum hvørvur heilt.
– Eg gleddi meg til dystin millum Føroyar og Frankarríkið tí dysturin á Tórsvølli móti Litava gav vón um at glottar vóru fyri framman.
– Man kann sjálvandi altíð siga, at vit spældu móti einum av heimsins bestu fótbóltstjóðum, men tað burtur forklárar ikki vantandi innsatsin.
– Her vóru ongar uppdekkingar og tað sást skilliga at leikarar høvdu alt ov stóra virðing fyri fransmonnum.
– Datt ein fransmaður so vóru vit skjótir at taka í hondina og biðja um fyrigeving og tí var eisini alt ov stórur avstandur millum okkum og fransmennirnar.
Einki fótbóltsspæl
– Tað var sjónligt at fransmenn ongar ætlanir høvdu um at trýsta føroyingar. Teir spældu við hálvari ferð og lótu føroyingar renna eftir bóltinum.
– Tá vit so endiliga fingu fatur á bóltinum vóru ongi skipað álop sett í verk. Næstan hvørja ferð bleiv bólturin sendir aftur til bakkarnar, sum síðani sendu langan bólt fram á vøllin.
– Einasti maður, sum fekk nakað burtur úr var Rógvi Jacobsen, men tað var til onga nyttu. Hóast hann vann næstan hvønn luftbólt, so var næsti maður ongantíð á røttum stað. Tí bardist Rógvi til fánýtis.
Landsliðsúttøkan
Allan Mørkøre heldur at landsliðsvenjarin hevur fatur á røttu manningini, men tó vanta týdningarmiklir leikarar.
– Landslíðsvenjarin sigur seg taka liðið út fyri at spæla fótbólt men enn hevur landsliðið enn ikki megnað at spælt bólt.
– Eg haldi tó at sjálv úttøkan av leikarum er í lagið hóast eg kundi ynskt mær at sæð leikarar, sum Hjalgrím Elttør og Heðin á Lakjuni í staðin fyri Jonhard og Arnbjørn. Mín metan er at ein leikari sum Arnbjørn Hansen, hóast hann avgjørt hevur talent, er komin alt ov skjótt á landsliðið. Hann hevur bert leikt eina kapping í fremstu deildini og eigur tí ikki longu at vera í landsliðshópinum.
– Tað er stórur saknur í Claus Beck Jørensen og ein leikari sum Christian Holst sum skrorar eina rúgvu fyri Brøndby eigur eisini at vera millum okkara bestu.
Lætt at vera landsliðsvenjari
– Tað má vera heimsins nemmasta arbeiði at vera føroyskur landsliðsvenjari.
– Núverandi venjarin hevur staði á odda í trimum dystum og hevur tapt 18-0 og fingið null stig burtur úr.
– Fyri framman standa Ukraina og Italia og eg vil upp á tað harðasta mæla frá at lata verandi leiðslu halda fram á føroyska landsliðnum.
– Tað er eingin ivi um at vit eru endaði í einum sera truplum bólki, men tá ein bara letur standa til stórtap eftir stórtap, so fer øll virðing fyri landsliðnum.
– Dysturin móti frankarríkið átti at verið áhugaverdur fyri føroyskar fótbóltsfjepparar og tí áttu teir sum einki at fylt trý leiguflogfør við føroyskum áskoðarum.
– Men áskoðararnir eins og øll onnur kring landsliðið trúgva ikki longur uppá føroyska landsliðið og tí er tað eingin sum tímir at hyggja eftir elendigheitini.
Hugstoytt at síggja leikararnar
– Eg vil ikki kritisera leikararnar, tí tað tiktist sum at teir frá venjarunum høvdu fingið tað at vita at tað var í lagið at tapa.
– Tá fransmenn skoraðu hingu leikarar við høvdinum, men eingin segði nakað, teir hildu bert tigandi fram.
– Tí kundu fransmenn spæla við hondunum í lummunum og er hetta als ikki gott nokk.
– At mann góðtekur eitt 5-0 tap er fullkomiliga óskilandi og tí dugi eg ikki at síggja hvussu Jógvan Martin kann leiða okkum komandi dystirnar.
– Arbeiði hjá landsliðsvenjaranum kann bara metast út frá úrslitum og hann hevur snøgt sagt einki víst higartil.
– Eg havi einki ímóti manninum, men hann er í skeiva sessinum, og úrslitini hjá landsliðnum eru einki minni enn ein katastrofa fyri føroyskan fótbólt.




