Í gjár fór ein bilur niðanav vegnum í Leirvík, har tunnilsvegurin kemur inní IRF vegin. Eingin persónur fekk skaða.
Sunnudagin fór ein arbeiðsbilur útav vegnum, har vegurin úr Norðoyatunnilinum rennur inní IRF vegin. Teir tríggir menninir, ið vóru í bilinum, fingu ongan skaða, men bilurin fekk nakað av skaða frammaní, umframt at tað sá út til at skrokkurin á bilum bleiv skeivur.
Norðlýsið kennir ikki til orsøkina til óhappið, men fleiri hava víst á, at skeltingin ikki er nøktandi á teininum. Nærum ongar fráboðanir eru áðrenn tunnilsvegurin kemur inní IRF vegin, og harafturat er tað ringt at síggja, at vegurin brádliga snarar. So um bilførarar koyra við 80 km/h, so er trupult at bremsa áðrenn av seint er.




