Hósdagin í síðstu viku gjørdist viðskiftafólk varug við at brek var á telefon linjunum undir Brúnni í Klaksvík.
Linjufólk hjá Føroya Tele fóru beinanvegin at kanna trupulleikan, men tað vísti seg at tað var trupult at finna fram til har brekið og loysa
trupulleikan.
Fríggjadagin gjørdu fólk undir Fossum eisini vart við at ólag var við telefonini. Ígjøgnum vikuskiftið vórðu enn fleiri viðskiftafólk varug við at telefonini, umframt at fleiri høvdu trupulleikar við netsambandinum.
Fríggjadagin var staðfest at breki gjørdi størri og størri, við tað at fleiri og fleiri húski merktu ólag á linjunum. Hol var sett á fleiri staðir fyri at finna útav hvar trupulleikin var, men enn hevur tað ikki eydnast arbeiðsmonnunum at lokalisera feilin.
Týsdagin var hol sett á ein tjúkkan kaðal í Brekkuskákinum, í eini roynd at koma nærri eini loysn uppá trupulleikan.
Tað vóru teir báðir eysturoyingarnir, Lenny Højgaard og Arnbjørn Nielsen, sum arbeiddu við einum skoyti, sum tilsamans hevur umleið 800 linjur. Av hesum 800 linjunum eru 400, ið er merktar av brekinum, siga teir báðir.
Roknað verður við, at brekið er íkomið, av tí at vatn er komið ígjøgnum onkran løst á einum kaðali, sum hevur runni omaní skoyti. Vónað verður at teir nú hava finnið feilurin, soleiðis at telefonirnar og interneti aftur fara at virka í økinum.




