Berlingarin vil vera við at olja er funnin við føroyar, men hóast landsstýrismaðurin í Vinnumálum veit – so vil hann einki siga
Sosiailurin var fyrstur út tá boringarnar hjá Stena Don vóru um at vera lidnar. Á forsíðuni bleiv boða frá at tað sá svart út og hetta skuldi blaði hava frá sera álítandi keldum.
Men um vikuskifti boðaði Berlingarin frá at Statoil samtakið hevðið funnið olju.
Ein týðandi maður sum situr inni við rætta svarinum er landsstýrismaðurin í Vinnumálum Bjarni Djurholm. Vit fingu fatur á honum í kvøld men hann vildi einki siga.
– Sjálvandi veit eg hvat tað er sum vit hava funnið, men tað kemur eitt tíðindaskriv frá Jarðfeingi einaferð í morgin.
Landstýrismaðurin sum hevði luttikið í fletting í dag segði seg halda at tíðindaskrivið fór at koma umleið kl. 10.
Spurdur um ætlanin eisini var at halda tíðindafund, svaraði landsstýrismaðurin noktandi.
So enn mugu vit brynja okkum við tolið, og so verður spennandi at vita hvør hevur betur keldur umborð á Stena Don – Sosialurin ella Berlinske Tidende.
Vónirnar eru kanska ikki so góðar tá tað verður sagt at eingin tíðindafundur verður, men latið okkum framvegis krossa fingrar og vóna at blaðstjórnin á Sosialinum ikki fær rætt hesuferð.




