Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tekniskir trupulleikar vóru orsøkin til flogvannlukkuna

John William Joensen

Havarikommisjónin hevur nokk funnið orsøkina til flogvanlukkuna á Strod, sum kostaði fýra fólkum lívið.

Frágreiðingar frá vitnum, vrakrestir og svarti kassin vísa at ”spoilararnir” ikki breiddu seg út tá flogfarið lendi í Stord.
– Spoilarnir eru oman á veingjunum og tá teir vera aktiveraðir virka teir sum bremsir, og tá teir eisini gera at veingirnir missa nógv av flognum.
– Fyri at aktivera spoilarnar umborð á óeydnisflogfarinum skuldu teir aktiverast manuelt av pilotunum. Kontrolljós í stýrhúsinum lýsa, tá teir eru aktiveraðir. Men í hesum førinum lýstu kontrollampurnar ikki sum vanligt.
– Tá spoilarnir ikki komu upp sum vanligt varðveittu vongirnir flogið, og saman við váta lendingsbánanaum framleiddi hetta vatndamp undir hjólunum á flogfarinum og harvið misti flogfarið vegtakið.
– Flogskipararnir hildu tað ikki vera forsvarligt at royna at fara á flog aftur við flogfarinum, og í eini seinasti roynd at steðga flogfarinum, royndu teir at snara flogfarinum til vinstru.
Havaríkommisjónin vísir aftur, at hjólini punkteraðu tá flogfarið lendið.