Seinastu tíðina hava fiskaprísirnir verið sera høgir og mánadagin fór okkurt partí av toski fyri 30 kr. fyri kg.
Vit ringdu umborð á útróðrarbátin Søkan at frætta og Ólavur Poulsen, skipari sigur, at fiskaprísirnir hava verið hampiligir í ált ár. Men seinastu vikurnar hevur prísurin verið serstakliga góður. Toskur 1.2.3.4 hevur ligið ímillum 20 og 28 krónur fyri kg. ímeðan prísurin á Hýsu 1-2-3 hevur ligið ímillum 14 og 18 krónur og viðhvørt hægri.
Tað hevur eisini verið hampiligur fiskiskapur hesa seinastu tíðina, og teir sum hava egnt eftir toski, hara borið við tosk.
Tá vit tosaðu við Søkan, vóru teir staddir 6 fjórðingar suður úr Trøllkonufingri í Vágahavinum. Vit eru farnir vesturum, tí veðurmenninir boðað frá landnyrðingi.
Hetta er fyrsti túrurin vestanfyri nú og vit vita onki um fiskarí her, segði Ólavur Poulsen, men vit fáa at síggja, vit gera so eina roynd at seta her í kvøld og tað er at vóna at vit vera leskaðir.




