Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður og fyrrverandi borgarstjóri: Stutt heilsan til Tony Paris

John William Joensen

Hann helt tað hann lovaði og rennur ikki undan ábyrgd. Vit ynskja honum, KÍ og okkum øllum eitt gott og gróðarríkt kappingarár 2007/08

Tá Tony Paris og konan komu til Føroya í 1998, vóru tey  gestir hjá mær eitt kvøld. Eg var tá borgarstjóri. Hann er ein sera áhugaverdur persónur.

Eg ivaðist ongantíð í bæði ætlanum og visjónum hjá honum, at tær  fóru at geva býnum eitt gott og gevandi umdømi, sum vit øll kundu vera errin av.

KÍ gjørdist føroyameistari og steypavinnari 1999. Árið eftir fekk eg ta frægd at sleppa at fylgjast við KÍ til Beograd – hetta var beint undan, at Milosevic fall – tá KÍ spældi ímóti Reyðustjørnu. – Ein spennandi tíð.

Nøkur ár eftir hetta var eg gestur á Odense Stadion – vinarbýi okkara –  av tí, at SAM International, sum eg umboði, er ein av sponsorunum hjá OB, har OB hetta kvøldið spældi móti Reyðustjørnu.  Eg fekk tá høvið at heilsa uppá onkran av leiðarunum aftur hjá Reyðustjørnu.  Úrslitini vóru nú ikki so langt hvørt frá øðrum.

Tony var tá bert eitt ár. Men eg gleddist, tá eg hoyrdi boðini um, at hann aftur kom til Klaksvíkar at verða venjari í 2005/06. Úrslitið gjørdist nakað lakari, men hann hevði ongantíð lovað meir.

Hann hevur hildið sítt lyfti, samstundis sum hann hevur verið við til at upparbeitt ávíst disiplin og fer framvegis at økja henda týdningarmikla tátt.

Eingin ivi er í, at Tony Paris er rætti maðurin at taka sær av KÍ. Vit hava allir føroyingar – bæði yngri og eldri – brúk fyri einum øktum disiplini, tað fæst ofta best frá útlendskum árini, og tað hevur Tony Paris møguleikar at tilføra okkum.

Tony, vit gleða okkum til næsta ár, at tú kemur aftur, og við einari góðari KÍ leiðslu, fáa vit eisini hóskandi spælaratilfar við kvaliteti.

KÍ, tøkk fyri í ár við fleiri føroyameistaraskapum.

Við vón um eitt gott, sterkt og gróðraríkt kappingarár 2007/08 sendi eg fegin hesa stuttu heilsu til Tony Paris og leikararnar á Formuladeildini hjá KÍ við leiðslu.

Jógvan við Keldu,
løgtingsmaður og fyrrverandi borgarstjóri 

Harleywoodpaint