Sambært kanning, ið deildarleiðarin hjá Føroya Sparikassa,Eyðun Mørkøre, hevur gjørt, so eru sethúsaeigarar í Klaksvík vorðnir fleiri hundrað túsund krónur ríkari hetta seinasta árið.
Meðalprísurin fyri húsini, sum skiftu eigari í 2005 var 914.000 kr. Í ár vísa tølini fram til hálvan august, at húsini, ið eru seld, kostaðu í meðal 1.259.000 kr. Tølini tala greitt. Um sethúsaprísirnir í 2005 verða samanbornir við sølutølini fyri 2006, so er meðalprísurin fyri sethús hækkaður við heili 38%
Hetta merkir, at meðalvirðið á sethúsum í Klaksvík hetta seinasta árið er hækkað við einum góðum triðingi.




