Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Joen Jacob Hansen fyllir 75 ár

(Norðlýsið – Tíðindi)

Mikudagin 25. oktober fyllir Joen Jacob Hansen ella Jakke hjá Simonu, sum hann vanligani verður nevndur, 75 ár.

Jakke er føddur og uppvaksin á Vágsheygnum, og vóru foreldrini Simona og Jakke í Glasstovu, sum var ættaður úr Árnafirði.
Jakke var sum vanligir smádreingir ta tíðina, uppvaksin við tí lívi, sum var í bygdini tá, og sum unglingi fór hann til skips og var sjómaður nógvu fyrstu árini, og sigldi við norðmonnum, umframt við Kjølbro-skipunum, og var fastur og fúsur við ”Skálaberg” í mong ár.
Í 1968 valdi hann nýggja lívsleið, tá ið hann sum tilkomin fór í læru sum tannteknikari á tannklinikkini hjá sváginum Fróða Lassen, og hóast bert vanligan fólkaskúla frammanundan, kom Jakke ígjøgnum hesa útbúgving, og fekk lærubræv sum tannteknikari, og hevur síðani tá verið mongum manni til gagns í so máta, og hevur verið í vinnu heilt fram til dagin í dag.
Sum barn og vaksin spældi hann fótbólt við KÍ og gjørdist eisini føroyameistari við 1. liði í 1952, 1953 og 1954. Seinru árini hevur Jakke annars hugnað sær við at vera á floti.
Jakke hevur javnan verið at síggja uttanfyri heimið í Kráargøtu. Hús einsvæl og havin hava altíð verið væl hildin. Seinast Jakke var at síggja í stiga fyri at mála takið, var fyri áleið tveimum árum síðani.
Í politikki hevur Jakke altíð verið trúgvur sjálvstýrismaður.
Jakke er fryntligur og fyrikomandi maður – altíð blíður, altíð við tí góða orðinum og sera blíður at koma inn til.
Jakke er giftur við Rannvu og eiga tey 2 børn – Símun Jákup og Eyðfríð – og 6 abbabørn.
Dagurin verður hildin við móttøku í heiminum Kráargøtu 11 millum kl. 10-14.