FS Vágar skipar um vikuskiftið fyri bilasølustevnu í ítróttarhøllini á Giljanesi. Stevnan letur upp leygardagin kl. 14.00 og heldur á til sunnukvøldið
Fótbóltssamtakið Vágar skipar fyri bilasølustevnu og øðrum undirhaldi á Giljanesi um vikuskiftið.
Bilasølustevnurnar, ið FS Vágar skipar fyri, eru vorðnar eitt afturvendandi tiltak, sum verður rímiliga væl vitjað. Og ivaleyst verður okkurt gott tilboð at fáa á stevnuni hesaferð, eins og vanligt er.
Umframt sjálva bilasøluna, verður eisini skipað fyri øðrum tiltøkum, so sum tónleiki og mótasýning. Felags fyri tónleikin og mótasýningina er, at luttakararnir allir eru úr Vágum.
Umframt verða eisini hoppiborgir til børnini og matsøla og tombola til vitjandi yvirhøvur.
Høvuðsluttakararnar vera fýra bilasølur úr Havn, Reyni Service, Auto Service, Norðbil og Nordcar.
Trýst á myndina fyri at síggja skránna.




