Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

At skjóta spurvar við kanónum

John William Joensen

– viðmerking til orðaskifti á løgtingi um at loyva kvinnum á ting eitt stytri tíðarskeið

Óvanliga harðmælt orðaskiftið var á tingið nú uppskotið, hjá Javnstøðunevndini og nevndini ið skal virka fyri øktum kvinnuleikluti í politikki , um at tingmenn lata varamenn taka sæti eitt stytri tíðarskeið fyri at vísa at tingið eisini er arbeiðsført, um áleið helvtin av limunum eru kvinnur.

Til allan orðavavsturin um undirgraving av demokratinum, statskvett og annað ið sagt var, er bert at viðmerkja, at ásett er soleiðis í tingskipanini: “ 63. Eftir áheitan frá tingmanni kann tingið loyva honum farloyvi. Farloyvistíðin er í minsta lagi 10 dagar.

Avgerð tingsins verður tikin uttan umrøðu eftir munnligum tilmæli frá formanninum.
Stk. 2. Varamaðurin leggur frá sær, tá ið tingmaðurin skrivliga sigur formanninum frá, at hann møtir aftur á tingfundi, tó í fyrsta lagi 11. dagin eftir, at farloyvistíðin byrjaði.” Sí: www.logting.fo

So um tingmenn høvdu hug at vísa ein vilja til broyting av viðurskiftunum og latið teirra varamenn koma á ting eitt styttri tíðarskeið, er hetta neyvan eitt brot á okkara fólkaræði.

Uppskotið hjá okkum, var ikki ein ætlan um at kvinnur skuldu koma inn á ting at taka menn av ræðið og taka avgerðir ístaðin fyri teir fólkavaldu mennirnar, tvørturímóti. Ofta verður sagt at tingmenn bert tosað um berghol og asfalt og tí kundi tað verið áhugavert at fleiri kvinnur komu inn á ting, í samband við t.d viðgerðina av løgmannsrøðuni ella aðalorðaskifti um t.d uttanríkispolitikk, fyri at hoyrt og sæð um orðaskifti var breiðari og á annan hátt ørðvísi um kynsbýtið var javnari.

Nú hevur spurningurin um at broyta okkara valskipan eisini verið frammi, í hesum sambandi er vert at viðmerkja, at ikki er vist at býtið millum kynini á tingið hevði verið sum tað er í dag, um valskipanin var ørðvísi. Kvinnur fáa eisini atkvøður til val, um ikki so var, so høvdu neyvan so nógvar kvinnur verið nr. 2 ella 3 á listunum, at borið hevði til at fingið kynsbýtið á tingið javnari so sum okkara uppskot legði upp til.


Mín vón er, at tingmenn koma niður á jørðina aftur so vit fáa tosað saman um hvussu vit best loysa trupuleikan við at ov fáar kvinnur eru virknar í politikki.

Eyðgunn Samuelsen, formaður í
Nevndini fyri øktum kvinnuleikluti í politikki.