Sunnudagin kl.18:00 verður KÍ-høllin karmur um fyrsta dystin hjá nýggja manshondbólts-felagnum í Klaksvík, Team-Klaksvík, og millum nøvnini í hópinum eru so kendir persónar sum Allan Mørkøre og Jákup Mikkelsen, upplýsir Fríðin Ziskason, høvuðs stigtakari og formaður í Team-Klaksvík.
Fríðin Ziskason upplýsir fyri Norðlýsinum, at hann í eina tíð hevur arbeitt við ætlanini at endurstovna manshondbóltin í Klaksvík, og hann er sera fegin um og takksamur fyri tann dygga stuðul, sum nýggja felagið hevur fingið, bæði frá leikarum, sum vilja taka eitt tak fyri felagið, og frá peningaligum stuðlum.
– Í fyrsta umfari varð roynt at fáa manshondbóltin í gongd aftur í Stjørnuni, men tað hevur drigið út, og so varð avgerð tikin um at stovna eitt nýtt felag fyri manshondbólt, upplýsir Fríðin Ziskason, sum leggur dent á, at endamálið við hesum nýggja felagnum eina og aleina er at fáa gongd á aftur manshondbóltin. Fríðin Ziskason er høvuðs stigtakarin til nýggja hondbóltsfelagið, sum teir hava valt at geva navnið: Team-Klaksvík.
Navnið er ikki føroyskt, so sum Stjørnan, Neistin, Kyndil, Sóljan o.s.fr., men tað ber hinvegin brá av nøkrum altjóða og spennandi.
– Okkara visión 2015 er, at felagið tá skal luttaka í Evropa-Cup. Tað er orsøkin til navnið, skemtar Fríðin.
Allan Mørkøre og Jákup Mikkelsen.
Tá Norðlýsið týskvøldið í vikuni hitti Fríðin á máli, kom hann júst frá einum nevndarfundi í nýggja felagnum.
Nevndin í felagnum er soleiðis mannað: Fríðin Ziskason formaður, Kristian Andreasen næstformaður, Niclas Niclasen kassameistari og Meinhard Joensen nevndarlimur.
Allir nevndarlimirnir, sum jú eisini eru kendir ítróttarmenn, verða partur av hópinum hjá Team-Klaksvík.
Harumframt hava eitt nú Allan Mørkøre og Jákup Mikkelsen játtað at verða partur av hópinum hjá liðnum.
Fríðin Ziskason upplýsir, at teir tríggir, Allan, Jákup og Fríðin, leiktu við besta liðnum hjá Stjørnuni, áðrenn felagið fyri áleið 10 árum síðani tók avgerð um at gevast við manshondbólti.
– Vit tríggir hava so roynt tað fyrr at spæla hondbólt á hægsta stigi í Føroyum, og tí vilja vit stuðla undir at fáa gongd á aftur manshondbóltin við at verða við í hópinum hjá Team-Klaksvík, sigur Fríðin, sum leggur afturat, at tað ikki er vist enn, hvørjir leikarar verða tøkir til fyrsta dystin, sum verður ímóti KÍF í KÍ-høllini nú sunnudagin kl. 18:00.
Málið er at røkka 1. deild um 2-3 ár.
Sum eitt nýstovnað felag noyðist Team-Klaksvík sjálvandi at byrja frá botni í landskappingini, tvs. í triðbestu deildini, sum verður nevnd 2. deild.
– Málið hjá okkum er at koma upp í bestu mansdeildina um 2-3 ár, sigur ein hugagóður Fríðin Ziskason.
– Vit satsa uppá at flyta upp í 1. deild longu hetta fyrsta árið, og so vóni eg, at felagið kann mennast somikið komandi árini, at tað verður ført fyri at flyta víðari upp í bestu deildina innan heilt fá ár.
– Tað verða ikki menn sum Allan, Jákup og eg, ið fara at leika við Team-Klaksvík, tá liðið vónandi skjótt kemur upp í bestu mansdeildina, men vit ikki vit ynskja at stuðla undir endurstovnanina av manshondbóltinum her í Klaksvík. Enn eru venjingar-umstøðurnar alt annað enn nøktandi. Fyrsta venjingin hjá liðnum verður nú fríggjakvøldið kl. 22:30, sum er einasta tíðin, ið felagið higartil hevur kunnað fingið, men hetta tekur ikki mótið frá stigtakarunum.
– Øll byrjar er trupul, og eg ivist ikki í, at vit við tíðini fara at finna útav at útvega neyðugar umstøður og at skipa venjingina.
– Vit hava fingið framúr góða uppbakking og stuðul frá fyritøkum og einstaklingum, og tað gevur okkum sera gott mót, sigur Fríðin Ziskason, sum takkar hjartaliga øllum stuðlunum fyri teirra vælvild.
Tað vekir góð gomul minnir.
Tað eru umleið 10 ár síðan, at Stjørnan av ymiskum orsøkum valdi at niðurleggja manshondbóltin í felagnum og ístaðin burturav at satsa upp á gentu- og kvinnuhondbólt.
Hesar hava sanniliga eisini givið nógvar góðar og spennandi løtur fyri áskoðararnar, sum til tíðir eru heilt nógvir í KÍ-høllini – serstakliga tá besta kvinnuliðið leikar sínar avgerandi dystir.
Eingin ivi er tó um, at saknur hevur verið og er í manshondbóltinum í hesum næst størsta býi í landinum.
Tey, sum ikki eru heilt ung, minnast aftur á mangar spennandi og harðar dystir í KÍ-høllini, tá Egil Johansen, Karl Johansen, Kristoffur Ragnarson, Jóhannes Ziska, Bogi á Steig og allir hinir leikararnir á besta Stjørnu-liðnum góvu okkum fleiri góðar løtur í eini væl fyltari KÍ-høll.
Seinni minnast vit nøvn sum Kurt Mørkøre, Allan Mørkøre, Jákup Mikkelsen, Olgar Danielsen, Fríðin Ziskason og mangar aðrar úrmælingar, sum eru meira gitnir fyri teirra avrik í fótbólti, men sum sanniliga ikki manglaðu evni og hegni at leika hondbólt, tvørturímóti.
Eftir fleiri ár uttan manshondbólt í Klaksvík er manshondbóltur endiliga aftur á skránni í Klaksvík, og mong munnu tey vera, sum fegnast um tað, tí hondbóltur er – kanska meir enn fótbóltur – ein intens og spennandi ítrótt, har áskoðarin kemur tætt at teimum leikandi og verður rivin við í harða og krevjandi leikin á vøllinum.
Fyrsti dysturin hjá nýstovnaða hondbóltsfelagnum Team-Klaksvík verður, sum nevnt, ímóti KÍF í KÍ-høllini sunnudagin kl. 18:00.




