Glastrevja framleiðari úr India í tøttum samstarvið við Trygdarmiðstøðina í Klaksvík
Ratnakar Dandekar, leiðari á glastrevja framleiðsluvirkinum “Aquarius Fibreglas” úr Goa í India hevur seinastu dagarnar verið á trygdarskeiði í Klaksvík.
Fekk samband gjøgnum alnótina
Ratnakar Dandekar sigur at hann dagliga leitar á alnótini eftir møguligum samstarvspartnarum.
– Tað hevur stóran týdning at fáa samstarv í lag tí hetta gevur okkum insperatión, og eisini kunnu vit vera við til at insperera onnur.
– Eg fann heimasíðuna hjá trygdarmiðstøðini í Klaksvík og so sendi eg teimum ein teldupost.
– Virkið hjá okkum framleiðir glastrevjabátar, MOB-bátar og aðra trygdarútgerð og í hesum sambandi sendi eg teldupostar til ymiskar tyrgdarmiðstøðir kring um í heiminum, sum vit ynsktu at koma í samband við.
– Eg fekk fleiri svar, men ein dagin ringdi leiðarin á Trygdarmiðstøðini persónliga til mín og hevði hetta stóra ávirkan.
– Hann greiddi frá at teir vóru áhugaðir í at samstarva við okkum og so avgjørdu vit at royna hetta.
Svarar altíð teldupostar
Marius Magnusson, leiðari á Trygdarmiðstøðini sigur at hann far nógvar ymiskar fyrispurningum gjøgnum teldupost.
– Eg lesið altíð teldupostarnir sum vit fáa og er tað seriøst so svarið eg altíð aftur. Eg haldið tað vera minstakravið at ein svarar teimum fyrispurningum sum vera sendir.
– Hetta bleiv eisini byrjanin til samstarvið millum okkum og indiska framleiðaran.
– Vit eru í ferð við at byggja nýggja Trygdarmiðstøð og tí fáa vit eisini brúk fyri nógvari útgerð, og hana kunnu teir levera eins góða úr India, men til munandi betur prísir enn í londunum kring okkum.
Bjóða eina pakkaloysn
Leiðarin á Trygdarmiðstøðini greiðir frá at hann saman við indisku fyritøkuni arbeiða við at gera ein felags pakka.
– Teir framleiða bjargingarútgerð og kunnu saman við okkum eisini bjóða frálæru í at brúka hesa útgerðina.
– Er tørvur á tí so kunnu vit senda lærarar avstað hvar tað skal vera og á henda hátt kunnu vit vera við til at hjálpa hvørjum øðrum.
Skipaferðslan í stórum vøkstri
Ratnakar Dandekar, sigur at tað serliga eru útlendsku oljufeløgini sum leita fram við indisku strondini, ið eru stór brúkarar av trygdarútgerð og trygdarskeiðum.
Hann sigur at skipaferðslan er í stórum vøkstri fram við indisku strondini og eitt nú hava skipasmiðjurnar í India úr at gera. Tí eru krøvini til trygdarútgerð eisini vaksandi og tað er trupult at sleppa á trygdarskeið.
– Eg fekk eisini tilboð um at sleppa á trygdarskeið hjá einum oljuselskapið men skeiðdepilin hjá teimum liggur í Alaska og tí var tað mundandi lættari at koma til Føroyar. Ferðaseðilin til Danmarkar var heldur ikki dýrur so tað var laga á manni, sigur tann smílandi indiski vinnulívsmaðurin, sum seinasta dagarnar hevur verið á trygdarskeiði í Klaksvík.




