Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir góð úrslit

(Norðlýsið – Tíðindi)

Dreingir 10 ár vunnu bronsu, og gentur 14 ár vunnu silvur.

Leygardagin 28. oktobur var flogbóltskapping á Tvøroyri, og hesir fittu
dreingirnir frá Mjølnir høvdu leitað sær til Suðuroyar, hetta eru yngstu dreingirnir í felagnum, teir eru 10 ár og yngri.

Mjølnirdreingirnir megnaðu at koma norður aftur við eini bronsumedalju, og tað vóru teir sera væl nøgdir við. Tað vóru einans fýra lið við í kappingini fyri dreingir 10, tað vóru tvey lið frá TB og so tvey lið frá Mjølnir.

Túrurin gekk sera væl, dreingirnir hugnaðu sær óført, eisini umborð á Smyril var lagið gott, tá ið komi var til Klaksvíkar umleið klokkan 21.30 um
kvøldið vóru teir útlúgvaðir.

Leggjast skal afturat at tvey gentulið frá Mjølnir vóru eisini við í
kappingini, tey vóru A og B liðini hjá gentum 14 ár, og har gekk eisini sera gott, tí A liðið vann sær eina silvurmedalju.