Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frægari til tosk hjá útróðrarbátunum

Oliver Joensen

Í gjár lógu útróðrarbátarnir á Klaksvík úr 3000 pundum upp í 5000 pund. Ein triðingur og meira var toskur.

Tað hevur ikki viðrað av tí besta eystanfyri og norðanfyri í seinastuni og tí hava fleiri útróðrarbátar av Klaksvík leitað sær vestureftir. Teir hava havt støð í Miðvági og fiskurin hevur verið seldur á uppboðssøluni í Sørvági.
Stampar og fólk vera hvørt kvøld koyrd til Klaksvíkar, soleiðis at bátarnir hava ligið á Miðvági.
Teir hava ikki latið so illa at, gjøgnumgangandi hevur fiskiskapurin ligið um eini 100 pund á stampin og hóast meginparturin er hýsa, so hevur verið meira av toski í seinastuni. Hartil kemur at fiskaprísurin er góður.