1. november gav forlagið Sprotin út fýra bøkur. Talan er um tríggjar týðingar og eina upprunabók eftir Svenning Tausen.
Gunnar Staalesen: Kvinnan í køliskápinum
Hugin Eide týddi.
Ein bók um Varg Veum, ein bergensk útgáva av tí harðkókaða privatdetektivinum: fátækur, vónbrotin, men við einum hjarta av gulli – og einari fløsku av akvavitti at verja seg ímóti einseminum við.
Frú Samuelsen stúrir fyri soninum Arna, sum arbeiðir á einum boripalli í Norðsjónum. Hann plagar altíð at skriva henni nøkur orð, tá ið hann er í landi, men hesaferð hevur hon einki frætt frá honum. Og vertinnan í Stavanger hevur ikki sæð hann í fleiri dagar.
Varg Veum fer til Stavanger. Men har er eingin, sum tekur málið í álvara – Arni Samuelsen er ein róligur og skynsamur fýrur; hann man fara at koma afturíaftur, tá ið hann skal út aftur á oljuleiðina.
Heldur ikki vertinnan hevur stórvegis at brigda honum, hóast har var rok inni hjá honum eina náttina herfyri. Og inni í íbúðini tykist alt vera í fínasta lagi.
Líka til Varg Veum letur køliskápið upp …
Bókin kostar í handlunum 198 kr.
Svenning Tausen: Orð og orðað
ORÐ OG ORÐAÐ skjýtur upp, hvussu
bøtt kann verða um ússaligar orðingar,
sum ofta eru at síggja á prenti og ofta eru at hoyra.
Brúka vit orðið ”ynskja” rætt?
Hvørji orð skúgvar ”luttaka” burtur?
Hvat er galið við samansetingum við ”av”?
Nær brúka vit orðið ”byrja” skeivt?
Verður orðið ”framleiðsla” rætt brúkt?
”Kende til” eitur tað ”kenna til” á føroyskum?
Ber til at ”fremja álop” á føroyskum?
Er ”orsakað av” góð føroysk orðing?
Eitur tað ”atsókn móti”?
Slíkir spurningar verða viðgjørdir í hesi bókini við dømum úr fjølmiðlamáli.
Snorra Edda Poul Vestergaard týddi
Í SNORRA EDDU ber til at lesa um, hvussu gomlu norðbúgvarnir hugsaðu sær, at heimurin varð skaptur burtur úr holdi og blóði á eini livandi veru, og hvussu heimurin fer at ganga undir, tá ið allar óndar kreftir savna seg at drepa, brenna og týna alt.
Greitt verður frá gomlu gudunum, sum av lyndi er líkir menniskjum. Hvussu svik og fals, góðlyndi og kærleiki trívast millum gudar, hvussu teir bera í bøtuflaka fyri síni mistøk, og hvussu teir royna at halda tí ónda skák mát.
Bókin kostar 240 kr.
Vølsungasøga – Poul Vestergaard týddi
VØLSUNGASØGA er grundarlag og íblástur til Nibelungen Ring hjá Wagner og til Ringanna Harra hjá Tolkien.
Hon greiðir frá allari ættini hjá Sjúrði Fávnisbana, hvør faðirin og fedrarnir vóru, hvaðan svørðið kom, hví tað brotnaði, hví Favnir legðist á gullið, hvaðan gullið kom, og hvar tað endaði.
Søgan er høvuðsfrumsøgnin í evropiskar andsmentan, bókmentan, kvæðum og tónleiki. Og nú er hon í føroyskari týðing
Bókin kostar 240 kr.




