Dagtilhaldini í Eysturoynni og dagtilhaldið í Klaksvík skipa fyri ræstkjøtaveitslu í komandi viku.
Hósdagin tann 16/11 verður ræstkjøtaveitsla í bygdarhúsinum í Leirvík. Tað eru dagtilhaldini í Eysturoynni og dagtilhaldið í Klaksvík, ið skipa fyri hesum tiltakinum.
Umframt at fáa ein góðan ræstanbita verða eisini ymisk onnur tiltøk á skránni. Eitt nú verður farið upp á gólv. Tónleikur verður eisini á skránni. Húsorkestri í dagtilhaldinum í Klaksvík, Soljubandi, hvørs limir eru í aldrinum frá 69-85, fer at framføra nøkur løg. Felagssangur, solosangur og burturluting verður eisini á skránni. Harafturat verður eisini annað undirhald.
Tilmelding til ræstkjøtaveitsluna: 220566, Mamy Dahl, leiðari á Dagtilhaldinum í Klaksvík.




