Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík International: Bein kós móti sigri og IM tittuli

(Norðlýsið – Tíðindi)

Í háspentu topp uppgerðini í Klaksvík International í gjár, millum oddafiskin Emil Hermansen og altjóða meistara kandidatin Helga Dam Ziska, hevði Helgi sterkari nervar í avgerandi fasuni í talvinum.

Eftir 59. leikir legði Emil Hermansen kongin og mátti við lata 1. plássið til unga føroyingin.

Enn ein sera flottur sigur til Helga, sum samstundis tók eitt avgerandi stig fram móti IM titlinum. Áðrenn dagsins umfar hevur Helgi nú 2392 ratingstig, og vinnur hann í dag, togar hann seg uppá 2399 stig! Tá restar einans eitt stig í stóra altjóða meistara dreyminum!

Sitandi føroyameistarin Martin Poulsen fekk eisini ein góðan sigur móti danska altjóða meistaranum Jens Ove Fries-Nielsen. Við sigrinum steðgaði Martin keðiligu tapsgongdina hjá sær seinastu 4. umførini.

Hans Kristian Simonsen var regulert niður spældur av stórmeistaranum Henrik Danielsen longu tíðliga í talvinum.

Harvið býttu Martin og Hans Kristian um plasering eftir 7. umf.

Úrslitini í 7. umf. í gjár:

Helgi Dam Ziska – Emil Hermansen 1 – 0
Henrik Danielsen – Hans Kristian Simonsen 1 – 0
Jens Ove Fries-Nielsen – Martin Poulsen 0 – 1

Støðan eftir 7. umf.

1-3. Helgi Dam Ziska, GM Henrik Danielsen og IM Emil Hermansen 4,5 stig (Helgi hevur bestu mótstøðustigni og liggur tí á 1. plássi).
4-5. Martin Poulsen og Hans Kristian Simonsen 3 stig.
6. IM Jens Ove Fries-Nielsen 2 stig.

8. umf. verður telvað í dag í Leikalund kl. 14:00 og talvini kunnu fylgjast ‘live’ á www.faroechess.com