Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trygdarbelti bjargaði lívinum á bilførara

John William Joensen

Umleið kl. hálvgun fimm mikudagin fara tveir bilar norður eftir Viðareiðisvegnum.

Tann fremri bilurin slakkar ferðina niður og byrjar at snæra oman á eitt vendipláss í niðaraborði júst sum aftari bilurin ivirhálar.

Bilarnir renna saman og aftari bilurin bóltar runt á vegnum áðrenn hann heldur leiðina út av vegnum.

Hann fer síðani bóltandi einar 70 –80 metrar oman gjøgnum líðina og steðgar einar 10 metrar frá einum hamara har frítt fall er einar 10 metrar niður í fjøruna.

Bilførarin, sum sat í trygdarbelti grulvar sjálvur út úr bilinum.

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsið verður staðfest at bilførarin ongan skaða hevur fingið, men av tí at hendingin var somikið ógvuslig var avgjørt at bilførarin skuldi ivirnátta á sjúkrahúsinum.

Frá politistøðini í Klaksvík verður sagt at lítil ivi man vera um at trygdarbelti bjargaði lívið á bilføraranum sum sat í bilinum líka inntil hann steðgaði í líðini.