Í morgun royndi Norrøna rampuna sum nú skal gerast norðuri í Ánunum, og samstundis hava býráðspolitikarar fingið nakað at hugsað um. Hóast ætlanir um at byggja góðshavnina vóru frammi í 80 unum so byrjaði arbeiði ikki fyrr enn í 1999
Nógv serfrøði var á bryggjukantinum í morgun tá Norrøna kom norður at royna nýggja rampan.
Arbeiðsmenn frá J&K Petersen eru longu farnir í holt við at ger klárt og á sjálvum rampanum var gjørd ein "skabilón", sum rampin á Nørrønu skuldi passa til.
Rampan er gjørd soleiðis at Norrøna og Smyril skullu kunna brúka hana baði á lægstu fjørðu og hægstu flóg.
Hví ikki fyrr
Nógv var tosað um hví hendan ramban ikki var gjørd til Norrønu av fyrstantíð. Onkur vildi vera við at talan var um beinleiðis skilaloysi men veruliga orðsøkin er tó neyvan so einføld.
Tann sum hevur fylgt við orðaskiftinum um góðshavnina í Ánunum veit at tað var hørð mótstøða móti verkætlanini í mong ár.
Fleiri sokallaðir skilamenn førdu fram at havnin kom ov seint og skuldi verið gjørd fyri 20 árum síðan. Tí hildu hesar røddirnar at tað var beinleiðis skeivt at byggja hana i dag. Eingin fór at brúka hana og fleiri hildu at skuldi hon koma so lá hon nógv betri á Borðoyavík.
Men flestu býráðslimirnir dugdu tó at síggja møguleikar í Ánunum og tí hava pengar verið settir av á skiftandi fíggjarætlanum hjá Klaksvíkar Kommunu.
Alt vent til tað positiva
Nú havnin er komin duga øll at síggja teir nógvu møguleikarnar, sum hon hevur við sær.
At rampan ikki bleiv gjørd optimal av fyrstantíð er óivað ein samrenning av tí mótstøðu sum var og sum beinleiðs avspeglaði seg í pengunum sum vóru avsettir til verkætlanina.
Men nú er vent ”í holuni” og vinnulívið skríggjar eftir at fáa meira økið norðuri í Ánunum og tí eru flestu politikarar samdir um beinanvegin at leingja bryggjukantin einar 100 til 200 metrar longur norður.
Tað er í øllum førum ein sannroynd av Góðshavnin í Ánunum saman við Norðoyatunnlinum hevur givið Klaksvíkar Havn ein møguleika til at gerast ikki bert enn alternativ havn, men høvuðshavnin í Føroyum.
Byggjast kunnu kilometar av bryggjukanti norður í móti Harladssúndi, tvørtur um byrgingina og fram við Kunoynni.
Ræðfestingar
Býráðspolitikarar hava bara tann trupuleika at teir altíð eru noyddir at ræðfesta kommunalu íløgurnar og her hava vit ein fløskuháls, sum kann gerast ein forðing fyri at Klaksvíkar Kommuna ígjøgnum Klaksvíkar Havn far ovurstórar inntøkur.
Her má nýtast vit og skil, men í øllum førum eiga politikarar at skriva sær aftan fyri oyra at íløgan í farma og góðshavnina norðuri í Anunum fer at geva kommunukassanum beinleiðis inntøkur, sum kunnu vera við til at fíggja aðrar íløgur uppi á landi.
jwj




