Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Litaðir floksformenn

John William Joensen

Torbjørn Jacobsen heldur at ein partur av orsøkini til at kjakið um paragraf 266b er farið út av kós, stavar frá at floksformenn hava verið ov litaðir og ikki verið tann savnandi megin, sum teir eiga vera í einum máli sum hesum.

Torbjørn Jacobsen, løgtingslimur fyri Tjóðveldisflokkin, helt at broytingin í paragraff 266b í revsilógini, snúði eg sum ein lógartekniskan spurning, um at verja ein minnilutabólk. Men hann ásannar nú, at malið er farið fullkomiliga út av kós. Nú verða øll møgulig mál drigin við inní kjakið um hesa lógarteknisku broytingina. Fyri ein stóran part snýr kjakið seg nú um fólk eru fyri ella ímóti samkyndum, og eisini um fólk eru fyri ella ímóti várharra.

Ein av teimum størstu orsøkunum til hetta er, at kjakið til viðgerðina í síðstu viku fór inná trúarviðurskifti, har víst var til bíbliuna.

– Málið hevur einki við bíbliuna at gera, men er ein einfaldur spurningur, um at fáa við í revsilógina eina orðing, sum nevnir og harvið verjur ein minnilutabólk í samfelagnum. Frá at snúgva seg um eina orðing í revsilógini, snýr tað nú seg um ein ávísur liviháttur er rættur ella skeivur, og í nøkrum førum eisini ein spurningur um at vera fyri ella ímóti várharra.

Hendan vendingin í kjakinum hevur fingið málið at snúgva seg um tað, sum tað als ikki snýr seg um. Ein partur av orsøkunum til hetta er eisini, at nakrir floksformenn hava tosað út frá sínum egnu sannføringum, heldur enn at vera ein miðsavnandi megi í flokkunum. Torbjørn sipar til floksformenninar í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, og í Tjóðveldisflokkinum, Høgna Hoydal, sum hvør í sínum lagi hava tosað fyri at fáa setningin um kynsliga orienterin við í paragrafina.

– Floksformenninir eru hjartað í flokkunum. Í einum máli sum hesum, eru føroyingar býttir upp í bólkar, ið hava hvør sína hugsan. Eg haldi, at tað er eitt sindur vandamikið, at floksformenninir leggja síni lodd í einu síðu á vektskálini, og harvið gera ein ójavnvág. Nakrir floksformenn fóru so massivt inní málið fyri at fáa tað ígjøgnum, og harvið gjørdu ójavnvágina enn størri. Floksformenninir kundu havt eitt sindur lægri profil, tí teir sita í eini støðu har teir umboða allan flokkin. Í staðin fyri at vera savnandi figurar hava nakrir floksformenn verið við til at gjørt skilnaðin størri.

Torbjørn Jacobsen, sigur tó, at tað altíð er eitt val hjá floksformonnunum, um hvørja støðu teir skulu hava og tað respekterar hann.

Soleiðis sum støðan í málinum um 266b er nú, so heldur hann at tað verður sera trupult at fáa viðgerðina av málinum uppá rættkjøl aftur. Og her hava nakrir floksformenn ávísan leiklut, heldur Torbjørn Jacobsen.

Harleywoodpaint