Týskvøldið spældi kvinnulandsliðið í fótbólti seinasta venjingardystin áðrenn fráferðina til EM-kapping í Makedonia.
Hósdagin skal føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti til EM-undankapping í Makedonia. Liðið hevur í í næstan tveir mánaðir fyrireika seg til hesa kapping, og umframt nógvar venjingar, hevur liðið eisini spælt fleiri venjingardystir.
Onkrir av venjingardystunum hava verið í Klaksvík, og tann seinasti dysturin, áðrenn liðið fer avstað hósdagin, varð spældur spældur í Klaksvík týskvøldið. Dysturin var ímóti smádreingjaliðnum hjá KÍ.
Smádreingja liðið hjá KÍ sum var styrkt við nøkrum dreingjaliðsleikarum vann dystin 4-0.




