Hvat ætlar man at gera fyri at bøta um samferðsluviðurskiftini í Skúvoy?
Skrivligur fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann.
Løgtingsmál nr. 100-9/2006: Viðvíkjandi Skúvoynni
1.
2.
3.
4.
Viðmerkingar:
Skúvoyingar hava eitt ferðamannaskip, sum ikki hoyrir nútíðini til. Eitt skip, sum siglur uml. 5 míl, og hevur verið ein ring loysn frá byrjan av.
Nevnast kann eisini, at hvørki hestfólk ella nólsoyingar eru nøgd við ta tænastu, ið tey hava á samferðsluøkinum.
At skifta “Sildberan” út, er sum er snøkt sagt ógjørligt, tí havnalagið í Skúvoy er út av lagi vánaligt. Uttan mun til um veðrið er gott ella ringt, so má fólk nærum tveitast í land ella øvugt, helst við línu um miðjuna.
Legði til merkis undir viðgerðini av fíggjarlógini, at úti við 3 mió. til infrakervið á útoyggj vóru óbrúktar. Vinnunevndin gjørdi vart við hetta og vísti á tørvin at betra um havnaviðurskiftini í Skúvoy. Arbeiðið at gera havnina í Skúvoy nýtiliga er mett at kosta uml. 22 mió., og um vit játtaðu hesar 3 mió. til infrakervið í útoyggj í eini 3 ár, so var hetta nærum helmingurin av kostnaðinum.
Hoyri ofta tingmenn tosað um, at lata skúvoyingar (útoyggjafólk) sigla ókeypis. Álvaratos, hvør hjálp er í tí, snøkt sagt eingin.
Vit siga mangan, at útoyggjarnar eru perlur fyri samfelagið, tí har er alt so óspilt. Møguliga er hetta so, men vit eiga at bera so í bandi, at møguleiki er hjá heimafólki at liva eitt nøkurlunda vanligt lív á hesum klettum.
Eg kundi valt at lagt uppskot fyri tingið um at játta pening fyri at bøtt um hesi viðurskifti, men velji við hesum fyrispurningi at geva landsstýrismanninum møguleika fyri at gera hetta sjálvur.
Á Løgtingi, tann 14. november 2006
Gerhard Lognberg




