Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Navigator á nýggjan túr

Oliver Joensen

Eftir at hava ligið fyri fiskaloysi, fer Atlantic Navigator av Klaksvík í annaðkvøld við eini manning uppá 103 fólk.

Norðlýsið frættir, at sáttmálarnir við manningina eru komnir upp á pláss og samstundis frættist frá svartkjafti eystanfyri Føroyar.
Atlantic Navigator hevur ligið leingið við bryggju í Ánunum, bæði orsakað av fiskaloysi og tvídrátti um sáttmálarnar hjá manningini, men nú er so klárt at fara. Tað ljóðar, at russarar, sum fiska einar 40 fjórðingar eystur úr Fugloynni eru komnir uppá 100 tons av svartkjafti um dagin og tí verður farið avstað í annaðkvøld. Tað verður Brandur Nolsøe, ið verður skipari hendan túrin.