Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norrøna í Ánunum

John William Joensen

Onki er at taka seg aftur í, at Klaksvíkar Býráð hevur gjørt rætt, tá farið var undir útbyggingina av Klaksvíkar Havn í Ánunum.

Flaggskip føroyinga og helst flaggskipið í Norðuratlantshavi hevur valt Ánirnar sum alternativa havn, hetta boðar eftir okkara tykki um, at menn, tá hugsað verður um trygd og góðar umstøður hjá skipinum at leggja at og at fara frá, halda at Ánirnar eru besta boðið í Føroyum. Helst verður eisini tikið við í metingunum fyri avgerðini, at Norðoyatunnilin er komin og at tí lætt slepst til og frá skipinum, bæði tá talan er um frakt og ferðafólk.

Helst eru aðrar orsøkir til, at Tórshavn framhaldandi er fyrsta havnin, skipið í Føroyum, sum hildið verður fast við.

Nú Norrøna hevur valt at koma hendavegin, eiga vit at gera tað sum gerast kann, fyri at tað verður so smiðligt, sum møguligt og lætt hjá skipinum og øðrum skipum, sum vitja Ánirnar, at greiða síni viðurskifti her.
Um so er, og tað er ikki ósannlíkt, at Norrøna við tíðini velur bert at sigla til góðshavnina í Ánunum, tá hon hevur kaikant í Føroyum fyri neyðini, so fær hetta helst alstóran týdning fyri lokalsamfelagið her. Vit vita, at Norrøna er bygd soleiðis, at skipið kann leingjast um tørvur er á tí og í seinastuni hava røddir verið frammi um at ovasta leiðslan hjá felagnum umhugsar at leingja skipið. Ein orsøkin til hetta kann vera, at tað er sera trupult at fáa ferðaseðil við Norrønu í summarhálvuni, og eftir tí sum frættist, eru nú eisini trupulleikar at fáa ferðaseðlar á fleiri túrum hjá skipinum um veturin.

Hjá Klaksvíkar Havn liggur tí ein stór uppgáva fyri framman, tí eitt er at Kl. Havn fær inntøkur at skipið nú leitar hendavegin, men tað skal heldur ikki undirmetast, at samfelagið her sum heild eisini kann vænta sær fleiri inntøkur í avleiddu vinnunum.

Vit hava fyrr her á hesum teigi nevnt, at góðshavnin í Ánunum liggur á einum av veðurbestu støðum í landinum og tað hevur valið hjá Nørrønu eisini verið ein staðfesting av. Tí er umráðandi at Klaksvíkar Havn leggur alla orku í at útbyggja norðureftir.
Og møguleikarnir eru stórir.
Allan vegin norður á Strond við byrgingina í Haraldssundi og eftir Kunoyarlandinum kann øki leggjast inn til vinnuligt øki, um samstarv fæst við Kunoyar Kommunu og vit meta, at tað er umráðandi at kommunurnar báðar finna saman at gera eina ætlan fyri alt økið.

Fara vit heilt aftur til sjeytiárini, so hevði eitt partafelag við Erlingi Laksáfoss á odda eina ætlan um eitt pelagiskt virki við Fiskimøl kunoyarmegin, tað vil siga, at longu fyri 30 árum síðani sóu vinnulívsmenn møguleikan at fara út av Vágni og norður ímóti Haraldssundi við vinnuliga virkseminum í Klaksvík, og tað eiga vit at skrivað okkum aftanfyri oyrað tá tosað verður um framtíðarútbyggingar av Klaksvík og Klaksvíkar Havn.

Vit hava longu nú fingið góðar atløgumøguleikar í Ánunum og onki er at ivast í, at tað er har vit skulu leggja orku okkara í mong ár framyvir.

Tó so, tað finnast fleiri aðrir góðir møguleikar í Norðoyggjum, eitt nú umhvørvið við Norðtoftir, men tann leikurin kann vera tikin upp á øðrum sinni.