Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hondbóltur: Neistin í KÍ-høllini leygardagin

(Norðlýsið – Tíðindi)

Team Klaksvík hevur annað vikuskiftið á rað heimadyst, og hesaferð kemur Neistin á vitjan

Neistin hevur, eftir at Kyndil tók liðið úr kappingini,tvey lið við í 2. deild, av tí at Neistin tók plássið hjá Kyndli.

Neistaliðið, sum kemur á vitjan leygardagin, líkist ógvuliga nógv liðnum hjáTeam Klaksvík. Liðið er samansett av millum øðrum hondbóltsveteranum ogfótbóltsleikarum á sama hátt sum klaksvíksliðið, og tískil er lagt upp tilein spennandi dyst. Liðið hjá Team Klaksvík er ikki avdúkað enn, men verðurtað, sum vanligt, eftir venjing ríggjakvøldið. Tó er víst at KristoffurJakobsen ikki verður at síggja á vøllinum, tí hann er burturstaddur.

Meinhardt Joensen var ikki við seinasta vikuskifti vegna heilaskjálta, og ivasamt er um hann verður tøkur aftur um vikuskiftið. Kristian Andreasen satuttanfyri móti KÍF seinasta vikuskifti vegna leikbann, men hann verðurallarhelst at síggja á liðinum aftur leygardagin.

Dysturin millum Team Klaksvík og Neistan verður í KÍ-høllini leygardagin Klokkan 13.00