Tað var Stjørnan sum stýrdi dystinum, og upp undir endan vístu stjørnurnar rættuliga tenn.
Endaliga støðan í dystinum í Havn í kvøld gjørdist ein greiður sigur, 27-19 til Stjørnuna og samstundis vísti Stjørnan at klassamunur var á liðunum báðum.
Frá byrjan av legði Stjørnan seg á odda og helt leiðsluna mestsum allan dystin og upp undir endan av dystinum rann Stjørnan frá Kyndli og vísti, at klassamunur var á liðunum.
Venjarin hevði valt at brúka allan hópin og geva øllum møguleikan ídag og hóast hetta, so megnaði Kyndil ongantíð at hótta Stjørnuna.
Málini skoraðu: Alina 8, Durita 7, Simona 3, Hanna 1, Anna Kristina 3, Una 1, Maria 1, Annika 1 og Joan 2.
Kl. 21.15
13-19 til Stjørnuna
Tað sýnist sum um Stjørnan hevur tak á Kyndli í dystinum í Havn í løtuni.
Nú 19 minuttir eru leiktir av dystinum ímillum Kyndil og Stjørnuna er Stjørnan á odda við 19 málum ímóti 13. Gongdin í dystinum hevur verið misjøvn, men hertil skal sigast, at venjarin hevur valt at brúka allan hópin, so allar tær ungu leikararnir hava verið inni og hava havt møguleikan at roynt seg.
Kl. 21.00
14-9 til Stjørnuna
Tað hevur gingið meira javnt á í seinastuni. Hálvleiksstøðan var 13-7 til Stjørnuna.
Sum sagt er Kyndil komin meira við í spælið, og hóast Stjørnan hevur megnað at hildið nærum somu fjarstøðu til Kyndil við um 5 máls leiðslu, so hevur Stjørnan ikki megnað at økt um leiðsluna ímeðan Kyndil hinvegin til tíðir hevur havt heppni til at minka um munin. Eitt nú var støðan 13-9 til Stjørnuna tá 4 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki.
Kl. 20.35
6-10 til Stjørnuna
Nú leiktir eru 24 minuttir av dystinum er støðan 6-10 til Stjørnuna.
Frá heimildarmanni okkum í Havn frætta vit, at Kyndil er komin meira við í spælið seinastu minuttirnar, men Stjørnan er frammanfyri við 10 málum ímóti 6. Venjarin hevur valt at brúka yngru kreftirnar eisini frá byrjan, og júst nú kom Alina inn fyri Simonu.
Kl. 20.20
Stjørnan á odda við 6 málum ímóti 2
Nú 11 minuttir eru farnir av dystinum liggur Stjørnan klárt á odda og higartil hava stjørnukvinnurnar stýrt dystinum.
Tað hevur gingið væl higartil í dystinum. Stjørnan hevur skorað 6 mál ímeðan Kyndil bert hevur fingið 2. Skorað hava eitt nú Simona, Durita, Una og Annika.
Kl. 20.00
Kyndil og Stjørnan spæla nú
Fyri løtu síðani byrjaði hondbóltsdysturin í Havn ímillum Kyndil og Stjørnuna. Hetta verður helst spennandi dystur.
Seinast liðini hittust var í Klaksvík, og tá vann Stjørnan ein tryggan sigur, men Kyndlaliðið hevur tikið seg nógv fram í seinastuni og tapti tepurt ímóti VB seinasta vikuskiftið.
Vit fara at royna at fylgja dystinum her á Norðlýsinum.




