Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík sló Neistan út úr steypakappingini!

(Norðlýsið – Tíðindi)

Hóskvøldið skapti Team-Klaksvík sína fyrstu sensatión, tá klaksvíkingarnir vunnu steypakappingardystin í høllini á Nabb

Hóskvøldið skapti Team-Klaksvík sína fyrstu sensatión, tá klaksvíkingarnir vunnu steypakappingardystin í høllini á Nabb í Havn ímóti 1. deildarliðnum hjá Neistanum, sum harvið varð tveitt út úr steypakappingini, meðan Team-Klaksvík fer víðari til næsta umfar.

Meðan flestu føroyingar sótu framman fyri skíggjan, fyri at síggja Vídgis Hentze Olsen dansa seg víðari í Ka’ du danse, vóru eini 40-50 klaksvíkingar í høllini á Nabb og hugdu eftir Team Klaksvík, sum fekk sína fystu smakkiroynd av 1. deildarhondbólti. Og sigast má, at tey fingu eina hugaliga uppliving, tí klaksvíkingarnir bastu Neistanum, sum liggur á triðja plássi í 1. deild.
Hóast væntað varð, at Neistin fór at vera nógv betur, tí teir liggja væl fyri í næstbestu deildini, og hava skotið flest mál í kappingini, so varð tað Team Klaksvík, sum dróg longra stráið.

Vunnu dystin við
styrki og ágrýtni.

Neistin hevði leikliga yvirvág fyrstu løtuna, og eitt skifti vóru teir á oddan 9-5. Men klaksvíkingarnir góvu ikki skarvin yvir so, og megnaðu eftir stuttari løtu at javna.
At havnamenn ikki høvdu væntað hesa mótstøðu, sást týðiliga í tí til tíðir ørkymlaða verjuspælinum. Teir høvdu satt at siga ikki væntað hesar stóru og sterku klaksvíkingarnar, og hóast Neistamenn høvdu betri bóltførleika, og vóru betri skipaðir, so var Team Klaksvík munandi betri fyri í stykri og ágrýtni. Allan dystin í gjøgnum leikaði javnt á, hóast Neistin møguliga átti munin í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki vildu teir svørtu nakað annað. Tað sást, at teir veruliga sóu sær møguleikan at fara norð aftur við sigrinum, og teir bardust manniliga um hvønn bólt. Nakað inn í seinna hálvleik var Neistin á oddan 19-16, men so kom vend í.
Team Klaksvík fór at spæla meira skipað, og tað tóktist sum um teir funnu betur hvønn annan. Eftir lítlari løtu hevði Team Klaksvík fingið fatur á Neistanum, og so at siga restina av dystinum leikaði javnt á. Sjáldan var fleiri enn eitt mál á muni, og tað var ikki fyrr enn síðstu løtuna, at Team Klaksvík dróg frá havnamonnum. Endaliga úrslitið gjørdist 29-26 til teir svørtu – ein uppiborin sigur, sum uttan ivamál er tann størsti í søguni hjá Team Klaksvík.

Fríðin Ziskason
dagsins maður.
Heimasíðan hjá Team-Klaksvík upplýsir, at Fríðin Ziskason var dagsins maður.
Eftir dystin helt Fríðin, at hóast Team Klakasvík liðið var eitt sindur skert til dystin, so vístu mennirnir, at teir uttan trupulleika kunnu leika í næstbestu føroysku deildini.
– Eingin ivi er um, at allir bardust manniliga, og hóast Jákup Mikkelsen og Allan Mørkøre høvdu avtalu við B36, Føroya Tele og James Bond klokkan 20, so dugdu teir at síggja, at tá klokkan slóg 20, so mátti raðfestast øðrvísi, og avtalan mátti setast til viks fyri dystin, sigur Fríðin, sum heldur júst hetta vera styrkina hjá Team Klaksvík – at leikarar veruliga vilja vinna fyri ein og hvønn kostnað.

Málskjúttarnir
í dystinum vóru:

Fríðin Ziskason 7
Allan Mørkøre 6
Niclas Niclasen 6
Kristian Andreasen 4
Dánjal Kjærbo 4
Gunnar á Steig 1
Steffan Kalsø 1

Umframt málskjúttarnar leiktu Beinur Heðinsson og Heri Thorsteinsson við sum útileikarar, meðan Jákup Mikkelsen og Bent Hansen leiktu við sum málverjar.