Hvussu stórur er bólkurin av børnum í Føroyum, sum bera brekið skrivi og lesiveik (orðblind)?
Hvussu stórur er bólkurin av børnum í Føroyum, sum bera brekið skrivi og lesiveik (orðblind)?
Er tað veruliga so, at stórur partur av hesum børnum kundu fingið munagóða hjálp, um brekið bleiv staðfest á barnagarðstøði og tey við serkønari hjálp og vegleiðing, kundu lært at lesa og skriva ?
Kári P. Højgaard løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins roynir at varpa ljós á støðuna hjá teimum lesi- og skriviveiku í Føroyum. Hetta verður gjørt í einum skrivligum fyrispurningi til Jógvan á Lakjuni landstýrismann í Mentamálum. Løgtingið skal á tingfundinum atkvøða, um spurningurin skal svarast.
100-14 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi lesi- og skriviveikum (orðblindum)
Ár 2006, mikudagin 22. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:
Fyrispurningur
1. Hvat verður gjørt frá almennari síðu fyri so tíðliga sum gjørligt at fáa staðfest, um børn eru lesi- og skriviveik?
2. Er landsstýrismanninum kunnugt, hvussu stórur bólkurin av føroyingum er, ið kann koma undir heiti lesi- og skriviveik?
3. Hvussu mangir lærarar her á landi hava nomið sær neyðugan førleika og kunnleika til at kunna veita serkøna hjálp?
4. Nógv hevur verið tosað um at broyta læraraútbúgvingina. Hvussu gongur við hesi ætlan?
5. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin til tess um at bøta um møguleikan hjá nevnda bólki fyri at fáa neyðugu hjálpina?
6. Hvar kunnu foreldur at lesi- og skriviveikum venda sær fyri at fáa hjálp og vegleiðing?
7. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rímiligt, at foreldur at børnum, ið bera tað brek at vera lesi- og skriviveik, skulu bera allan kostnaðin, tá tey verða noydd at leita uttanlands fyri at fáa neyðugu hjápina, ið ikki kann fáast her á landi?
8. Tekur landstýrismaðurin undir við tankanum um ein eftirskúla/háskúla fyri orðblindar næmingar í Føroyum?
Viðmerkingar
Pisa-kanningin staðfesti, at stórir trupulleikar eru í føroyska fólkaskúlanum. Teir næmingar, sum hava lesi- og skrivitrupulleikar, kunnu sjálvsagt ikki svara øllum spurningunum, ið tey ikki megna at lesa og skilja, og úrslitið verður hareftir. Teksturin má orðast greiðari og uppsetingin má vera einføld.
Allir tilkomnir føroyingar kenna frá skúlatíðini onkrar skúlafelagar, ið høvdu sera trupult við at lesa og skriva. Ofta vórðu hesi speirikin og happaði og hildin øðrvísi enn vit onnur. Nú finst so vitan um hendan trupulleika, og tað er próvfast, at skjótari tørvurin fyri hjálp verður staðfestur og serkøn hjáp veitt, tess betri verður úrslitið. Ja tað verður sagt, at um tørvurin varð staðfestur á barnagarðsstøði, kundu millum 80 og 90% verðið hjálpt.
Á heimasíðuni hjá norska blaðnum Aftenposten sigur Kjartan Høvik, at oman fyri 400 túsund vaksin í Noregi millum 16 og 65 ár hava stórar skrivi- og lesitrupulleikar á arbeiðsplássinum. Hetta er teimum til so stóran ampa, at tey ikki á nøktandi hátt kunnu luttaka í arbeiðs- og samfelagslívinum. Talið í Føroyum er allarhelst lutfalsliga líka høgt.
Ungdómar eldri enn 17 ½ ár kunnu sleppa á ymiskar orðblindaháskúlar í Danmark. Brande háskúli kostar t.d. umleið 1.500 kr/ um vikuna við fullum uppihaldi. Á hesum skúla ganga eisini næmingar úr Grønlandi, og heimastýrið rindar útreiðslurnar hjá næmingunum fyri ferðing og uppihald.
Fleiri føroysk foreldur velja at senda børn síni á Ordblindeinstituttet í Ballerup fyri at fáa hjálp. Hesin serskúli veitir ískoytis undirvísing í donskum fyri 13 til 18 árs næmingum við tungum lesi- og skrivitrupulleikum – orðblindum. Luttøkugjaldið er 12.500 krónur fyri hálvárið, harafturat koma ferðaútreiðslur umframt uppihald, og allan hendan kostnaðin mugu foreldrini gjalda sjálvi. Uttan iva eru nógv foreldur so hart fyrispent fíggjarliga, at tey ikki seta seg føran fyri at gjalda hesa stóru eykaútreiðslu. Sostatt verða tað fleiri lesi- og skriviveik børn, ið ikki fáa møguleikan at nema sær neyðugu kunningina og hjálpina.
Hóast ein næmingur er væl fyri handaliga, er tað sera møtimikið at fáa ta bókligu útbúgvingina, tá man er orðblindur. Tí má tað sigast at vera ein sjálvsagdur mannarættur, at hesi børn verða ment. Samfelagið hevur ábyrgdina av at taka hond um hesi orðlindu børnini og veita teimum neyðugu tilboðini, so tey kunnu fáa neyðugu vitanina og førleikan at møta avbjóðingunum, ið teimum seinni verður fyri á lívsleiðini.




