Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lægri toppskattir geva hægri vælferð

John William Joensen

Tað vísir ein kanning sum ”Rockwoll Fondens forskningsenhed” hevur gjørt

Danmark kann gerast eitt ríkari land við hægri livifóti, um skatturin á serliga høgum inntøkum var lakkaður.

Tað vísir ein rapport sum danski ”Rockwoll Fondens Forskningsenhed” hevur skrivað.

Sambart nýggju kanningini vil lægri toppskattur harafturat uttan iva kunn gjalda seg sjálvan aftur við øktum inntøkum til statin. Høvuðsorðsøkin er tí at hetta skapar størri arbeiðsvilja og meira dynamik.

Kanningin vísir at staturin fær 120 krónur í kassan fyri hvørjar 100 krónur sum toppskatturin verður lækkaður, siga granskararnir sum hava skriva frágreiðingina.

Tina Roed, sum er undirstjóri í Dansk Industri, er nøgd við at tað nú endiliga eru gjørdar kanningar hesum viðvíkjandi og sum dokumentera at høgir toppskattir skaða meira enn teir gagna.

– Topskat ødelægger utrolig meget, fordi folk mister lysten til at arbejde og yde en ekstra indsats, sigur hon til Berlingske Tidende.