Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hondbóltur: Team-Klaksvík aftur í eldin

(Norðlýsið – Tíðindi)

Í kvøld kl. 18:00 verður spennandi dystur í Klaksavík, tá Team-Klaksvík møtir VÍF

Team-Klaksvík leikar ein týdningarmiklan dyst í dag, sunnudag,  kl. 18:00 í KÍ-høllini, har mótstøðuliði er VÍF.



Liðini liggja á odda í deildini við fullum stigatali, so um klaksvíkingar vinna, er eitt stórt stig tikið til uppflyting.



Sum skilst, er VÍF er mannað av fyrrverandi toppspælarum í Føroyum, og eru hesir eisini komnir víðari í steypakappingini við at basa Kyndil úr 1. deild .



Ókeypis atgongd er til dystin, men tey, ið vilja stuðla Team-Klaksvík, kunnu koyra eitt oyra í bassarnir við dyrnar.