Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nevndin í Føroya Banka skipað av nýggjum

(Norðlýsið – Tíðindi)

Hósdagin varð Graham Stewart, forstjóri í Faroe Petroleum Plc, valdur í nevndina fyri Rúna M. Hansen. Jóhannus Egholm Hansen er nýggjur næstformaður.

Á eykaaðalfundi í Føroya Banka hósdagin 23. november 2006 varð Graham Stewart, forstjóri í Faroe Petroleum Plc, valdur í nevndina fyri Rúna M. Hansen. Jóhannus Egholm Hansen er nýggjur næstformaður.

Rúni M. Hansen, sum er oljuleitingarstjóri hjá Statoil í Føroyum og nevndarformaður í P/F Tjaldur, hevur verið nevndarlimur í Føroya Banka síðan 1999. Hann er farin úr nevndini eftir egnum ynski.

Graham Stewart hevur seinastu fýra árini verið forstjóri í Faroe Petroleum Plc, sum eigur partafelagið Føroya Kolvetni.

Graham Stewart hevur 18 ára royndir í oljuvinnuni. Hann var í fleiri ár fíggjarstjóri og handilsligur leiðari í felagnum Dana Petroleum. Graham Stewart er útbúgvin oljuverkfrøðingur á Heriot-Watt University og MBA á lærda háskúlanum í Edinburgh.

Nevndin í Føroya Banka hevur eftir eykaaðalfundin skipað seg soleiðis:

Jóhan Páll Joensen er framvegis formaður. Nýggjur næstformaður fyri Rúna M. Hansen er Jóhannus Egholm Hansen. Hinir nevndarlimirnir eru Høgni Hansen, Graham Stewart, Sigmar Jacobsen og Olav Enomoto.

Sigmar Jacobsen og Olav Enomoto umboða starvsfólkini í Føroya Banka.