Lagt varð upp til ein spennandi dyst í kvøld, tá Team-Klaksvík og VÍF hittust. VÍF legði seg á odda og førdi allan dystin, sum endaði við 22-28.
Undan dystinum í kvøld, høvdu bæði liðini vunnið allar sínar dystir. Tað sýntist sum um VÍF liðið var meira samanspælt. Teir løgdu seg skjótt á odda og hálvleiksstøðan gjørdist 11-13 til VÍF.
Í byrjanini av seinna hálvleiki sá eina løtu út til at Team-Klaksvík skuldi koma við aftur, men tá eitt korter var spælt var støðan 15-20 til VÍF. Seinasta korterið gekk javnt á, men VÍF megnaði at halda leiðsluna alla tíðina, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 22-28 til VÍF.




