Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fuglafjørður: Nýggir egningarskúrar

John D. Olsen

Fuglfirðingar fáa í næstum spildurnýggjar ‘grønar’ egningarskúrar við egnum frystirúmi og goymsluhøli.

Í hesum døgum verður síðsta hond løgd á arbeiðið við at gera teir nýggju egningaskúrarnar í Fuglafirði lidnar. Skúrarnir eru í trimum ymiskum støddum: 17 m2, 30 m2 og 46 m2.

Kommunan byggir
Tað er Fuglafjarða Kommuna, sum hevur tikið stig til at byggja teir 9 skúrarnar. Tað er eisini kommunan, ið eigur skúrarnar, men hon skal útleiga skúrarnar til útróðrarmenn á staðnum.
“Vit hava bygt skúrarnar, men prosjekti er baserað uppá at útróðrarmenninir gjalda kostnaðin,” sigur Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði, og leggur afturat “spurningurin var bert, hvussu long afturgjaldingartíðin skuldi verða. Vit hava valt, fyri at leigan skal verða so lítil sum møguligt, at afturgjaldingartíðin skal verða 30 ár. Við hesum leisti verður kostnaðurin, alt eftir hvussu stórur skúrurin er, millum 1400 kr. og 4000 kr. um mánaðin” sigur borgarstjórin.
Samlaði kostnaðurin fyri allar skúrarnar er 3,4 mio. kr.

Undir einum taki
Skúrarnir eru allir undir einum taki. Í einum enda á bygninginum er eisini ein nútímans køkur og nýmótans wc og baðirúm. Borgarstjórin er sera væl nøgdur við hesi hølini, sum ikki bert kunnu brúkast av útróðrarmonnum, men eisini av siglandi gestum, sum vitja í Fuglafirði.
“Í endanum á bygninginum er ein mat og uppihaldsstova, sum liggur væl fyri, og hevur sera gott útsýni ígjøgnum tey stóru vindeyguni oman ímóti havnini".

Gomlu skúrarnir
Allir teir gomlu skúrarnir skulu fjernast, tá teir nýggju skúrarnir verða tiknir í nýtslu. Tað var ongantíð ætlanin, at bingjurnar, sum nú virka sum skúrar, skuldu verða ein varandi loysn.
“Tað var ein neyðloysn at vit settu bingjur út á bryggjuna, men tað hevur verið ein hampiliga góð loysn allíkavæl” sigur Sigurð Simonsen.

Egninga motel
Teir nýggju skúrarnir eru sera rúmligir og eru teir allir málaðir við ljósum liti. Í skúrinum eru fitt av vindeygum, soleiðis at ljóst og arbeiðsligt er inni. Harafturat er eisini eitt loftsvindeyga í skúrinum.
“Egningaskúrarnir eru virkiliga flottir. Tá eg var har niðri ein dagin, spurdi eg meg sjálvan, um eg mundi hava tikið feil, tí teir líkjast næstan einum motel” sigur Sigurð Simonsen, borgarstjóri, við einum skeivum smíli.

Útbygging
Um tørvur verður á fleiri egningaskúrum er ætlanin, at ein líknandi bygningar skal byggjast omanfyri bygningin, sum nú nærum er liðugur. Teir skúrarnir koma at venda niðaneftir, men mett verður at tað verður nakar trupulleiki um væl er asfalterað. Eisini er ein gongd gjørd mitt í bygninginum, sum gangast kann ígjøgnum.

Gera eina bryggju
Í næstum er ætlanin at gera eina nýggja bryggju beint frammanfyri teir nýggju egningaskúrarnar, soleiðis at útróðrarbátarnir kunnu koma við og eftir stampum. Roknað verður við at bryggjan verður millum 15 – 20 metrar til longdar. Enn er ikki heilt avgjørt úr hvørjum tilfarið bryggjan verður gjørd, men Sigurð Simonsen, borgarstjóri, roknar við, at hon helst verður gjørd úr viði.

Grønir skúrar
Tá allir skúrarnir hava frystirúm, so hava teir sjálvsagt eisini ein kompressara sum framleiðir kuldan. Til tess at fáa so nógv burturúr sum møgulig, hevur LM Electric, gjørt skipanina so hegnisliga, at avlops hitin verður endurvunnin. Við hesari skipanini, verður skúrurin sjálvur hitaður upp hitanum, sum annars vanliga verður latin út í náttúruna. Petur Egholm, frá LM Electronic, sigur, at sambært teirra útrokningum, so svarar hendan orkan til umleið 6-7000 litrar av olju uppá ársbasis.

Um teir nýggju egningaskúrarnir í Fuglafirði í framtíðini verða róptir teir grønu skúrarnir ella egningamotellini vil framtíðin einans vísa.